Leygardagin 28. oktober er liðkapping fyri børn aftur á skránni – hesaferð í skúlanum við Løkin í Runavík. Kappingin byrjar kl. 10:00.
4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni. Les meira »