Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 2.-4. feb. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2017/18.
7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.
Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 2.-4. feb. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2017/18.
7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.
GG: Kapping verður sunnudagin, og ikki leygardagin, sum áður lýst í kalendaranum.
Stað:
Talvhølið í Sandavági
Telvað verður soleiðis:
Kappingin byrjar sunnudagin, 28. jan. kl. 15.30, telvað verða kvik-talv.
Av tí at NM fyri ungdóm er framskundað eina viku, verður dupultumfarið, sum skuldi telvast 10.02.2018, flutt til 17.02.2018.
Í dag var kapping í Gula skúla í Havn, har 20 dreingir úr 1 til 6 flokki luttóku. Kappingin varð skipað við einum stórum bólki, 9 umførum og við tíðini 5 min. og 2 sekund eyka fyri hvønn leik.
Heiðursmerki vóru til topp-3 fyri bólkin 1-3 flokkur og til topp-3 fyri bólkin 4-6 flokkur. Rókur Davidsen vann yngra bólkin, meðan Luitjen Apol vann eldra bólkin eftir umdyst við Elias. Les meira »
Nú komið er hálva leið í fremstu deildini í føroysku landskappingini í talvi, er háspenningur í luftini. Støðan er næstan meinlík endastøðuni í fjør, tí bara eitt stig er á muni millum oddaliðini Havnina og Sandavág.
Tvinnanda leikumfør vórðu avgreidd í øllum deildum í Havn í gjár.
Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag varðveitti tepru leiðsluna, sum tað hevði fyri tey bæði umførini í gjár. Les meira »
Dupult umfarið 20.01.2018 verður telvað í Gula skúla í Havn. Byrjað verður kl. 10.00. Seinna umfar byrjar kl. 16.00.
Talvkalendarin fyri talvárið 2017/18 er dagførdur.
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 21. januar kl. 14 í Gula skúla (Tórshavn).
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:
• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokk
• 5 og 6 flokk
• 7 og 8 flokk
• 9 flokk og 10 flokk
Les meira »
Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.