Tíðindi
Remis í toppdysti
Støðan er óbroytt í oddanum í kappingini um meistaraheitið í einstaklingatelving fyri smátjóðir í Evropa. Allir tríggir oddamenninir telvaðu javnt í fjórða umfari í dag.
Favorittarnir stinga av
Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið øll trý talvini í kappingini millum bestu telvarar úr smátjóðum í Evropa, men tað sama hava hinir báðir favorittarnir, Michael Wiedenkeller úr Luksemburg og Igor Efimov úr Monako.
Helgi góða byrjan
Helgi Dam Ziska hevur fingið góða byrjan í kappingini millum telvarar úr smátjóðum í Evropa.
Føroyski stórmeistarin hevur vunnið bæði talvini higartil, og er á odda saman við trimum øðrum, nú tvey umfør eru farin.
Smálandakapping í fjarstøðu
Kongshavnar Talvfelag
Ársaðalfundur var hildin í Runavíkar Talvfelag fríggjakvøldið hin 26. mars kl. 19:00. Fundurin var hildin í gamla skúlanum á Glyvrum, sum nú er felagshús hjá talvfelagnum. Les meira »
Høgni endurvann FM-heitið
FM 2021 – fleiri myndir
Myndir frá FM 2021.
FM 2021: Endaligu støðurnar í øllum bólkunum
Her eru endaligu støðurnar í øllum bólkunum. Les meira »
Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari, Brestir Samuelsen unglingaføroyameistari
Høgni Egilstoft Nielsen endurvann føroyameistaraheitið í talvi í dag, eftir umdyst móti Martini Poulsen. Úrsliti gjørdist 2½ – 1½ til Høgna.
Brestir Samuelsen gjørdist unglingaføroyameistari eftir umdyst móti Róki Davidsen. Brestir vann samanlagt 3-2.
Meira kemur seinni.

Talvsamband Føroya Faroechess