Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Fundarfrágreiðing frá eyka aðalfundinum 28. september

Fundarfrágreiðing frá eyka aðalfundinum 28. september

Fundurin byrjaði við, at formaðurin greiddi frá formansfrágreiðingini fyri talvárið 2019-20.

Lýst var, hvørjar kappingar høvdu verið, hvøjir vinnarir vóru, og ikki minst, hvussu Covid hevði ávirkað talvárið, eisini heilt fram til nú (formansfrágreiðingin er endurgivin niðast í hesi grein).

Síðani varð roknskapurin gjøgnumgingin. Av tí at tað á aðalfundinum í fjør varð samtykt, at roknskaparárið skuldi broytast, so tað fylgdi kalendaraárinum, vóru tað hesuferð tveir roknskapir, ið skuldu góðkennast. Roknskapurin vísti, at vegna lítla og onga altjóða luttøku av landsliðinum, orsaka av Covid, eigur Talvsambandi meira av peningi, enn tað leingi hevur gjørt.

Eftir hetta var nevndarval. Øll nevndin stóð fyri vali. Ingi Wiberg og Katrin D. Apol tóku við afturvali, ímeðan fráfarandi formaðurin Finnbjørn Vang, Ingolf Gaard og Elmar Fjallheim ikki tóku við afturvali. Nýuppstillaði vóru Gunnleif Rasmussen, Herborg Hansen og Sjúrður Thorsteinsson, umframt tiltakslimirnar Sigurd Joensen og Hanus Inga Hansen. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Ingi Wiberg, forseti (valdur fyri 2 ár)

Katrin Didriksen Apol, næstforkvinna (vald fyri 1 ár)

Gunnleif Rasmussen, kassameistari (valdur fyri 1 ár)

Herborg Hansen, skrivari (vald fyri 2 ár)

Sjúrður Thorsteinsson, nevndarlimur (valdur fyri 1 ár)

Sigurd Joensen, tiltakslimur (valdur fyri 1 ár)

Hanus Ingi Hansen, tiltakslimur (valdur fyri 1 ár)

 

Eitt uppskot/mál var komið inn, frá Hans Hjalta Skaale (endurgivið niðanfyri). Uppskotið, ið var viðv. styttan av umhugsunartíðini til FM, var sum so ikki til støðutakan á fundinum, men skuldi heldur eggja til eitt kjak hesum viðv., og verður møguliga lagt fram til støðutakan á næsta aðalfundi. 

Tosað/kjakast varð eisini um Grand Prix/vikuskiftiskappingarnar, um rættur leistur varð nýttur her, og eisini var ynskiligt, at fleiri barnakappingar vórðu settar á skrá.

 

Stytta umhugsurnartíðina til FM í talvi (innsent uppskot).

Punkt undir ymiskt, at diskutera á fundinum, og møguliga at leggja fram sum mál á næsta aðalfundi. Eg haldi at man eigur at stytta tíðina til FM í talvi. Fyri fyrst í unglinga og almenna bólkinum og møguliga seinri eisini FM bólkinum. Hetta er tíðin sum hevur verið brúkt í øllum bólkum í fleiri ár. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik. Telvað vóru 7 umfør í ár á Skúlatrø í Klaksvík. Niðanfyri stendur hvørjar tíðir skulu brúkast fyri at talvini kunnu fáa rating, og tað skulu tey sjálvandi. (úr FIDE Handbook) Tað ber til at stytta tíðina niður til 90min+30sek til spælarar omanfyri 2200 í raiting, 60min+30sek omanfyri 1600 raiting og 30min+30 sek niðanfyri 1600 raitng. Eg skjóti upp at Almenni bólkurin far 90 minutti + 30 sekund fyri hvønn leik. Eg skjóti upp at Unglingabólkurin far 60 minuttir + 30 sekund fyri hvønn leik. So skjóti eg upp at fleiri talv, minimun tvey kanska trý onkran dag, verða telvaði í Unglingabólkinum um dagin, so ikki verður telva í eina heila viku, men t.d. í fýra dagar í staðin. v.h. Hans Hjalti Skaale

WHAT TIME CONTROLS MAY BE USED? Please refer to the FIDE Handbook under FIDE Rating Regulations – Rate of Play. Any increment or time delay must be included when calculating total time. This calculation is based on games that last 60 moves. See examples below: 1) G/90 + 30 second increment = 120 minutes for game (60 moves x 30 seconds = 30 minutes) 2) G/115 d/5 = 120 minutes for game (60 moves x 5 seconds = 5 minutes) There can be no more than 12 hours playing time in one day. Where a certain number of moves is specified in the first time‐control, it must be 40 moves. Minimum time to complete all moves based on rating of player (calculated based on 60 moves) 1) If there is at least one player in your FIDE rated tournament that has a FIDE rating of 2200 or higher, the minimum time is 120 minutes for game. 2) If there is at least one player in your FIDE rated tournament that has a FIDE rating of 1600 or higher, the minimum time is 90 minutes for game. 3) If all players in the tournament are rated below 1600, the minimum time is 60 minutes for game. Norm Events ‐ Please see the international Title Regulations of FIDE for additional time control regulations for FIDE rated norm events. Please note that from July 1st, 2021, games played without an increment of at least 30 seconds per move will not be valid for titles or title norms, except in the case of disabled players.

 

Formansfrágreiðing 2019-20

Tá ið talvárið 2019 byrjaði aftur á heysti, grunaði eingin, at ein alheimsfarsótt skuldi ávirka heimin í komandi tíðum. Talvkalendarin, ið er bulurin undir øllum virksemi hjá Talvsambandinum, fór í gongd akkurát sum vanligt.

Grand Prix kappingar vórðu telvaðar, liðkapping koyrdi sum vanligt, NM úttøka var, og á fyrst sinni varð skipað fyri FM-snar og FM-kvik í einum vikuskifti. TSF skipaði fyri barna- og ungdómskappingum, Helgi Dam Ziska hevði eisini skúlakappingar. Í tí stóra heila koyrdi tað bara, júst sum tað plagdi. Tann stórsta broytingin, sum so í 2019, var at aðalfundurin flutti roknskaparárið. Framyvir verður roknskaparárið frá 1. jan til og við 31 desembur.

14. februar 2020 fylti Talvsamband Føroya 50 ár. Ætlanin var at fyriskipa tiltøkum, sum eyðmerktu stovningardagin hjá talvsambandinum. Í hyggju var framsýning í Tórshavn av søguligum tilfari, og har telvað var á ymsan hátt. Eitt lítið hátíðarhald, har fyrsta sersambandið í Føroyum yvirhøvur, ið fekk altjóðan limaskap undir føroyskum flaggi, varð heiðrað. Eisini vóru fyrireikingar komnar heilt langt á leið, har Magnus Carlsen Heimsmeistarin úr Norra, kom á vitjan í Føroyum. Øll hesi tiltøk vóru ætlandi nakað eftir 14. februar, tí talvárið endar ikki fyrrenn uml apríl mánað. Yvirhøvur er veðrið nógv betur um summarið eisini, og flestu fólk hava frí.

Hetta hendi tíverri ongantíð, tí stutt eftir at NM hópurin var afturkomin úr Danmark, vitjaði Covid 19 Føroyar. Frá degi til dags broyttist allur heimurin, og sjálvsagt eisini telving í Føroyum.

Allar kappingar og øll tiltøk, ið vóru á skrá, vórðu avlýst ella flutt til seinni í árinum. Tað kendist ófrættakent og keðiligt, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

Talvsambandið byrjaði at fyriskipa kappingar á netinum, og enntá onkur GP kapping bleiv telvað á netinum. Undirtøkan var í byrjanini framúr góð, og hópin av nýggjum telvarum sóust, men áhugin minkaði nakað sum tíðin leið. Tað er tó einki at ivast í, at talváhugin ikki minkaði millum fólk undir Covid 19, heldur var tað hinvegin. Og sæð frá einum fíggjarligum sjónarhorni, so spardi TSF eina rúgvu. Við teimum trongu fíggjarligu korunum, sum TSF hevur havt seinastu mongu árini, verður peningur altíð settur av til komandi tiltøk.  Og nú tá ið altjóða kappingar vórðu avlýstar, lætnaði nakað á kistubotninum.

Liðkappingin fekk ein vinnara til endans, og var tað ein finala millum ST og HT, har Havnar Telvingarfelag til endans vann á sannførandi hátt.

Seinnu helvt av 2020 fekk Talvsambandið avviklað teir kappingar, sum ætlandi skuldi vera fyrr í kappingarárinum. Samanumtikið varð tað mesta framt í tráð við talvkalendarin, hóast umstøðurnar broyttust munandi. Til dømis varð FM fyri einstaklingar ikki hildið fyrrenn á heysti 2020, og merkti tað nakað luttøkuna, men kappingin var so hildin. Høgni Egilstoft Nielsen vann, eftir ein sera spennandi umdyst móti Luitjen Akselsson Apol, FM-heitið fyri einstaklingar. Almenna bólkin vann Flóvin Tummasarsson Matras, Unglingar vann Elias Petersen, og Torkil Nielsen vann veteranbólkin.

FM-kvik og FM-snar varð fyriskipað á Toftum, og vann Helgi Dam Ziska báðar kappingarnar.

Øll úrslit frá kappingum, ið talvsambandið skipar fyri, eru at síggja á heimasíðuni hjá talvsambandinum faroechess.com ella á chess-results.com. Á heimasíðuni finnast eisini ein ørgrynna av myndum, frásøgnum vm.

Fyrstu mánaðirnar av 2021 vóru eisini merktir nakað av Covid 19, men hóast hetta, bleiv telvað. ST vann liðkappingin, og enn eina ferð var talan um finalu móti HT. Hesa ferð dróg sandavágur longra stráið í spennandi dysti. Unglingadeildin kom aftur til lívs, eftir fleiri ár í dvala. Luttøkan var góð, og nógvir spennandi dystir vórðu telvaðir. Tá ið avtornaði, vann Havnar Telvingarfelag unglingadeildina.

Í mars mánað komu gleðiligu tíðindini um, at suðuroyggin hevði stovnað talvfelag. Hjartaliga til lukku við felagnum. Vit ynskja talvfelagnum í suðuroy bestu eydnu, og gleða okkum at síggja liðið og telvarar, luttaka í føroyskari telving.

FM fyri einstaklingar varð fyriskipað í Klaksvík, og talan var um væl eydnaða kapping, har umstøðurnar vóru framúr. At bæði Landsliðsbólkurin og Unglingar mátti avgerast við umdysti, gjørdi tað ikki minni spennandi. Fitt av fólki fylgdu við umdystunum, har Høgni Egilstoft Nielsen endurvann føroyameistaraheitið móti Martin Poulsen, meðan Brestir Samuelsen vann á Rókur Davidsen. Unglingar máttu heilt út í Armageddon telving. Janus Skaale vann almenna bólkin.

Small Nations einstaklingar, har vinnarin fær pláss til World Cup, bleiv telvað á netinum. Úr Føroyum luttóku GM Helgi Dam Ziska og Luitjen Akselsson Apol. Telvað var á Hotel Føroyum undir sera strongum eftirliti. Báðir høvdu eina hampuliga kapping, hóast Helgi endaði á øðrum plássi aftanfyri Wiedenkeller frá Luksemburg. Umstøðurnar lagaðu seg tó soleiðis, at Helgi bleiv boðin við til World Cup. Men beint undan kappingina, tók Covid 19 veruliga dik á seg í Russlandi, og fór Helgi tískil ikki avstað.

Steypakappingin varð fyriskipað av Kongshavnar Telvingarfelag í skótahúsinum, og gekk tað fyrimyndarliga fyri seg. Tá ið avtornaði, telvaðu ST og KTF eina reina finalu, sum ST vann.

Ársins telvari og ársins stjørnuskot vóru handaði undir borðhaldinum, og var Høgni Egilstoft Nielsen heiðraður sum ársini telvari, meðan Brestir Samulsen fekk heiðurin sum ársins stjørnuskot.

Av øðrum tiltøkum í árinum, vóru telvarar uttanlanda og telvaðu. Flestir hava skrivað frágreiðingar frá túrunum, og liggja tær á heimasíðuni hjá Talvsambandinum. Á Ólavsøku telvaðu HT og KFT ein vinardyst, sum var fastur táttur fyri nøkrum árum síðani. Eitt frískligt tiltak, har havnamenn drógu longra stráið.

NM í talvi fyri skúlaungdóm, ið átti at vera í februar, varð hildið á Hotel Føroyum í septembur mánað. Umstøðurnar at búgva, telva og annars yvirhøvur vóru framúr góðar. Tað vóru fleiri góð skoðsmál til Talvsambandi, ið nevndin sjálvsagt fegnast um. Hinvegin gekk ikki eins væl við úrslitunum, hóast framgongd var frá ífjør. Luitjen Akselsson Apol fekk eitt heiðurligt triðja pláss í bólki C.

Vil til endans senda eina hjartans tøkk til nevndina, undanfarnu nevndarlimir, kappingarleiðarin, feløg, telvarar og stuðlar yvirhøvur, fyri góða hjálp og tænastur seinastu árini. Ein heilt serlig heilsan til Ingolf Gaard, sum saman við mær gevst á hesum sinni. Hann hevur – á mangan hátt – verið ein sannur fongur fyri Talvsamband Føroya, seinastu mongu árini.

Takk fyri álitið mær var litið upp í hendur. Ikki allar avgerðir hava verið rættar, ikki allar góðar, men endamálið hevur altíð verið at menna føroyska telving; okkum øllum at frama. Eg tori tó at siga, uttan nakað sum helst trýst, at nýggja nevndin fær heilt rímulig kor at arbeiða við.

Ynski tykkum alt tað besta, og Jesus pápi signi tykkum 😊

Finnbjørn Vang

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.