Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2021/2022.
Hesi feløg hava lið í:
1. deild: Sandavágur 1, Havnin 1, Klaksvík 1, Havnin 2, Klaksvík 2 og Vestmanna 1 (flutt upp úr 2. deild).
2. deild: Kollafjørður 1 (flutt niður úr 1. deild), Klaksvík 3, Kollafjørður 2, Sandavágur 2, Havnin 3, Rókur1 (flutt upp úr 3. deild).
Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og unglingum.
Tilmeldingarfreisin er hósdagin 23. september 2021, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.
Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn, føðidato og e-mail.
Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).
Ætlanin er, at liðkappingin byrjar sunnudagin 3. oktober 2021.
Talvini í 1.deild skulu sendast talgilt til kappingarleidarin@faroechess.com. Ynskiligt er, at hetta eisini verður gjørt í øðrum deildum.
Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:
Rógvi Egilstoft
á Barnalofti 11
FO 470 Eiði
Við talvkvøðu,
TALVSAMBAND FØROYA
Rógvi Egilstoft, kappingarleiðari
kappingarleidarin@faroechess.com
Tlf. 740400