Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ingi Wiberg nýggjur forseti í Talvsambandi Føroya

Ingi Wiberg nýggjur forseti í Talvsambandi Føroya

Talvsamband Føroya hevði í kvøld eyka aðalfund, har m.a. nýggj nevnd varð vald.

Nýggj í nevndini eru Herborg Hansen, Gunnleif Rasmussen og Sjúrður Thorsteinsson. Ingi Wiberg og Katrin D. Apol tóku við afturvali, ímeðan Finnbjørn Vang, Ingolf Gaard og Elmar Fjallheim ikki tóku við afturvali. 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis (frá vinstru):

Ingi Wiberg, forseti

Katrin Didriksen Apol, næstforkvinna

Gunnleif Rasmussen, kassameistari

Herborg Hansen, skrivari

Sjúrður Thorsteinsson, nevndarlimur

 

Nýggju nevndini verður ynskt hjartaliga tillukku, og blíðan arbeiðsbyr.

Fundarfrágreiðing vm. kemur seinni.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.