Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Luitjen vann bronsu

Luitjen vann bronsu

Føroyar vunnu eitt heiðursmerki í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum hevur verið á Hotel Føroyum um vikuskiftið.
 
Tað var Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag, sum endaði nummar trý í bólki C fyri teir 15-16 ára gomlu. Luitjen hevði næsthægsta styrkitalið í bólkinum, vónir vóru tí um meira enn eitt bronsuheiðursmerki, men úrslitið mundi vera á góðari leið. 

Kappast hevur verið í fimm bólkum eftir aldri. Tvey umboð fyri hvørt av londunum hava verið í hvørjum aldursflokki. Tólv telvarar tilsamans hava tí verið í hvørjum bólki uttan í einum bólki, har einki umboð úr Noregi var.
 
Av hinum føroysku telvarunum bragdaði eisini hjá Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í bólki B. Hann var styrkismettur nummar átta, men endaði nummar fimm við 3½ stigum.
 
Í yngru bólkunum hava føroysku telvararnir ikki somu royndirnar sum hinir, umframt lægri styrkital enn mótstøðumenninir, og tað sást aftur í úrslitunum. Eingin av føroysku telvarunum í báðum yngstu bólkunum vann nakran av útlendsku mótstøðumonnunum.
 
Kanska tekin um, at ov lítið er komið undan í barnatelvingini í Føroyum hesi seinastu árini.
 
 
Endaliga støðan:
 
Bólkur A (19-20 ár) 12 telvarar í alt
1. IM Mads Vestby-Ellingsen, Noreg 5 stig
2. IM Vignir Vatnar Stefanansson, Ísland, 5
3. IM Milton Pantzar, Svøríki 4½
9. Janus Skaale (FØR) 2
11. Rógvi Mørkøre (FØR) 1
 
Bólkur B (17-18 ár) 10 telvarar
1. Gustav Torngren, Svøríki 5 stig
2. Paulius Meskenas, Danmark 4
3. Casper Liu, Danmark 4
5. Jón í Horni Nielsen (FØR) 3½
10. Markus Jacobsen (FØR) ½
 
Bólkur C (15-16 ár) – 12 telvarar
1. Adrian Søderstrøm, Svøríki, 5 stig
2. Benedikt Briem, Ísland, 4½
3. Luitjen A. Apol, Føroyar, 4
12. Elias Petersen (FØR) 1½
 
Bólkur D (13-14 ár) – 12 telvarar
1. Aku Salonen, Finnland, 4½
2. Matija Sakic, Svøríki, 4½
3. Bjørge Vetle Strand, Noreg, 4
11-12. Petur G. Magnussen (FØR) ½
11-12. Brestir Samuelsen (FØR) ½
 
Bólkur E (11-12 ár) – 12 telvarar
1. Havard Haug, Noreg, 5
2. Eeli Asikaninen, Finnland, 4½
3. Niklas Jaakkola, Finnland, 4
11. Jamil Emil Jakobsen (FØR) 1
12. Lukas Páll Wiberg (FØR) 0
 
Luitjen Akselsson Apol – vann bronsu í bólkinum fyri teir 15-16 ára gomlu.
 
Føroysku luttakararnir í elsta bólkinum – Janus Skaale og Rógvi Mørkøre.

Sí eisini

NM fyri gentir – 1 stig í fyrsta umfari

Eftir at fyrsta umfar varð telvað í gjár, var greitt at vit vunnu tað eina …