Heim / Tíðindi (síða 31)

Tíðindi

Innbjóðing: HT snar

6. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen komandi leygardag, 27. januar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Innbjóðing: BGP5 í Runavík

Komandi leygardag, 27. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Skúlanum við Løkin í Runavík. Talan er um 5. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Runavík byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.
Les meira »

Úrslit: Barna Grand Prix 4 á netinum

Leygardagin 20. januar var barnatalvkapping telvað á netinum, á síðuni chess.com. Hettar var kapping nummar 4 út av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri í ár. Telvað var í 2 aldursbólkum: 4.fl. og yngri og 5. fl. og eldri. 6 umfør vóru á skránni við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Les meira »

Innbjóðing: Barnatalvkapping á netinum

Leygardagin 20. januar kl. 13 verður barnatalvkapping á netinum. Øll børn eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Telvað verða 6 umfør við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Talan er um 2 aldursbólkar, 4. fl. og yngri og 5 fl. og eldri. Kappingin er partur av Barna Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Les meira »

Úrslit og myndir frá BGP3 á Strondum

Seinasta sunnudag, 7. januar, var barnakvikkapping í bygdahúsinum á Strondum. Hettar var 1 út av 10 Barna Grand Prix kappingum. 2 kappingar vóru í 2023, sum telja við í Grand Prix kappingini. Hesar vóru NM undankappingarnar báðar, sum vóru 11. og 18. november. Síðani verða 7 kappingar afturat í 2024 (sí kappingarkalendaran her). Les meira »

Innbjóðing til Kjølur Open

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar til GP 5, Kjølur Open, vikuskiftið 12.-14. januar 2024

Stað:

Á Skúlatrøð í Klaksvík

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  12. januar kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 – 1500 kr.

Nr. 2 – 1000 kr.

Nr. 3 – 500 kr.

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 12. januar.

Tilmelding:

Tilmelding á hesi leinkju, í seinasta lagi hósdagin 11. januar kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast á somu síðu, við at trýsta á Listi eftir styrki.

 

Møtið Fjølment !

Klaksvíkar Talvfelag

Javnleikur í toppdysti

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi – Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.
 
Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna í gjár. 
 
Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.

Les meira »

Innbjóðing: Barna Grand Prix 07/01

Komandi sunnudag, 7. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Bygdahúsinum á Strondum. Talan er um eina út av 10 kappingum, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin á strondum byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek. Les meira »