Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

 

 

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2024 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 01. apríl 2024.

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

Uppskot kunnu sendast umvegis teldupost á ingi@faroechess.com 

Bjóðað verður kaffi, te og ábit.

 

Skrá sambært lógunum:

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

 

Í nevndini sita:

Ingi Wiberg, formaður

Katrin Didriksen Apol, varaforkvinna (stendur fyri vali)

Herborg Hansen, skrivari

Tummas Joensen, kassameistari (stendur fyri vali)

Brandur Ellingsgaard, nevndarlimur (stendur fyri vali)

 

Møtið fjølment !
Nevndin

 

 

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …