Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til GP finaluna 2024

Innbjóðing til GP finaluna 2024

Leygardagin 16. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum í Kollafirði. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Grand Prix vinnarin

Hettar er 10. út av 10 Grand Prix kappingum, sum hava verið í kappingarárinum. Núverðandi støðan av samlaðu Grand Prix kappingini er at finna her.

Vinningarnir til samlaðu Grand Prix kappingina eru hesir:

  1. 5.000 kr.
  2. 3.000 kr.
  3. 2.000 kr.
  1. ratingsvirðisløn (1750-2000) 1.000 kr.
  2. ratingsvirðisløn (1501-1750) 1.000 kr.
  3. ratingsvirðisløn (1251-1500) 1.000 kr.
  4. ratingsvirðisløn (0-1250) 1.000 kr.

Lesast kann um GP reglugerðina her.

 

Grand Prix finalan í Kollafirði er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar leygardagin 16. mars kl. 13.00. 9 kviktalv verða telvað.

Stað:

Telvað verður í Skúlanum í Kollafirði.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1.500 kr.
  2. 1000 kr.
  3. 500 kr.
  4.  
  5. 2. ratingsvirðislønir

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr. 

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding fer fram á hesari leinkju: Tilmelding

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – 1 stig í fyrsta umfari

Eftir at fyrsta umfar varð telvað í gjár, var greitt at vit vunnu tað eina …