Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnin FM-vinnari í talvi

Havnin FM-vinnari í talvi

Havnarmenn gjørdu bart og vunnu stórsigur á vágamonnum í seinasta umfari í landskappingini í dag.  
 
Við 3½ – ½ sigri í finaludysti móti Sandavágs Talvfelag varð 26 FM-heitið hjá Havnar Telvingarfelag ruddiliga staðfest. 
 
Í botnstríðnum var sama úrslit; havnarmenn lívbjargaðu sær og sendu vágamenn úr deildini.

 
Oddamaðurin hjá Havnar Telvingarfelag – stórmeistarin Helgi Dam Ziska. Hann fekk 8½ stig í níggju dystum. 
 
 
Seinastu dystirnir í øllum fýra vaksnamannadeildunum í landskappingini í talvi vóru spældir í stórum felagsumfari í skúlanum á Giljanesi í dag.
 
Mesti spenningurin um sjálvt FM-heitið var mestsum avfjaraður fyri dystin millum oddaliðini í seinasta umfari í dag. Vágamenn høvdu fyri neyðini at vinna 3½-½, skuldu teir endurvinna FM-heitið, men í staðin tryggjaðu havnarmenn sær tann stórsigurin, sum sandavágsmenn høvdu brúk fyri.
 
Tað bøtti ikki um vánirnar hjá vágamonnum, at Silas Eyðsteinsson og Jón í Horni Nielsen ikki vóru tøkir seinastu tvey umførini, men Havnar Telvingarfelag hevur verið flúgvandi í vetur og vann ógvuliga sannførandi. Trumfin settu teir í dag við stórsigri á kappingarneytanum.
 
Havnarmenn kunnu eisini fegnast um, at B-liðið í 1. deild eftir góðan endaspurt lívbjargaði sær í deildini. Við flottum sigri á Klalsvík A yvirhálaðu teir Sandavág B á málstrikuni. Margar Berg var tungan á vágskálini við avgerandi sigrinum á øðrum borði, tá tað reið um snarið.  
 
 
1. deild – 10. umfar (9. mars)
 
Sandavágur – Havnin ½ – 3½
Rógvi Egilstoft – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Høgni Egilstoft Nielsen – Martin Poulsen ½ – ½
Torkil Nielsen – Carl Eli Samuelsen 0 – 1
Ingi Wiberg – Sjúrður Thorsteinsson 0 – 1
 
Klaksvík – Havnin B 1½ – 2½
Ólavur Simonsen – Luitjen Akselsson Apol 1 – 0
Terji Petersen – Herluf Hansen 0 – 1
Rani Baldursson – Margar Berg 0 – 1
Rani Nolsøe – Heiðrikur Jacobsen ½ – ½
 
Sandavágur B – Klaksvík B 1½ – 2½
Jón í Horni Nielsen – Haldur S. Johansen 0 – 1
Bernhard Augustinussen – Wille Olsen ½ – ½
Jónfinn Thomsen – Finnbjørn Vang ½ – ½
Johnny Petersen – Ingolf Gaard ½ – ½
 
Endaliga støðan (1. deild)
1. Havnin 32½ stig
2. Sandavágur 27
3. Klaksvík 19
4. Klaksvík B 15
5. Havnin B 13½
6. Sandavágur B 13
 
Annað lið hjá Sandavágs Talvfelag flytur niður.
 
Allir á FM-liðnum hjá Havnini hava havt sera góða úrtøku í vetur. Liðið vann átta dystir og telvaði tveir javnar.  Toppskjútti var Helgi Dam Ziska, sum hevur verið ósigraður á 1. borði hjá Havnini síðani hann gjørdist stórmeistari í 2016.
 
Hjá Sandavági vórðu brøðurnir Rógvi og Høgni aðalstuðlarnir. Rógvi hevði á 1. borði sjey stig av níggju, og Høgni á 2. borði átta stig av tíggju. 
 
FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag
Helgi Dam Ziska 8½/9
Martin Poulsen 2½/4
Carl Eli Samuelsen 6½/9
Luitjen Akselsson Apol 5½/7
Sjúrður Thorsteinsson 8½/10
Suni Merkistein 1/1
 
FM-vinnarar í fimtan ár
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
2024 HT
 
FM-sigrar í alt (1971-2023)
HT 26
ST 8
KTF 8
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1
 
 
Kollfirðingar aftur í 1. deild
 
Kollafjarðar Talvfelag verður aftur í bestu deildini komandi kappingarár. Teir vunnu, tó at teir taptu í dag. Annað merkisvert úrslit í dag var, at blaðunga manningin á B-liði Havnar Telvingarfelags, hvørs miðalaldur liggur um 15½, við góðum endaúrsliti í dag, otaði seg fram á fjórða plássið.
 
Kollfirðingar hava havt skiftandi manning í vetur, men greitt er, at skulu teir standa seg í fremstu deildini, verða teir helst noyddir at styrkja seg til komandi kappingarár.
 
 
2. deild (10. umfar)
Kollafjørður -Havnin 1½ – 2½
Klaksvík – Havnin B. ½ – 3½
Kollafjørður B. – Kongshavn 1½ – 2½
 
Endaliga støðan (2. deild)
1. Kollafjørður 23½ stig
2. Kongshavn (Runavík) 21
3. Havnin 19½
4. Havnin B. 19½
5. Klaksvík 19
6. Kollafjørður B. 17½
 
Kollafjarðar Talvfelag (2. deild)
Hans Kristian Simonsen
Árant Djurhuus
Rógvi Mørkøre
Kári Petersen
Hanus Joensen
Eivind Jacobsen
Karl Louis Johansen
Signar Kristiansen
Benjamin Thomassen
 
 
Toftamenn vunnu
 
Heldur einki óvæntað hendi í 3. deild. Toftamenn høvdu tryggjað sær uppflytingina fyri dagsins dyst. Vestmenningar kláraðu at verða hangandi, tó at teir hava ligið í tungum sjógvi í vetur.
 
3. deild (10. umfar)
Toftir – Sandavágur B. 2½ – 1½
Vestmanna – Rókur 3-1
Sandavágur B. – Gøta ½ – 3½
 
Endaliga støðan (3. deild)
1. Toftir 29 stig
2. Gøta 21
3. Rókur 19½
4. Sandavágur 18½
5. Vestmanna 17½
6. Sandavágur B. 14½
 
Tofta Talvfelag (3. deild)
Andrias Danielsen
Jens Chr. Hansen
Andreas Andreasen
Jógvan Ingvard Hansen
Jón Magnus Joensen
Sigurð Joensen
Harry Jacobsen
Rói Vestergaard
 
 
Nýggju feløgini stóðu seg
 
Her í 4. deild er at frøast um, at bæði nýggju feløgini, hitt endurstovnaða á Strondum og hitt nýggja í Suðuroynni, hava staðið seg væl í vetur. 
 
4. deild (síðsta umfar)
Gøta – Havnin 0 – 4
Sandavágur – Kongshavn 4 – 0
Strendur – Klaksvík 3 – 1
Klaksvík B. – Rókur 4 – 0
Toftir – Suðuroy 2 – 2
 
Endaliga støðan (4. deild)
1. Havnin 32 stig
2. Klaksvík 28
3. Strendur 26
4. Klaksvík 23½
5. Suðuroy 18½
6. Sandavágur 18
7. Toftir 12
8. Rókur 10
9. Gøta 9
10. Kongshavn 3
 
Havnar Telvingarfelag (4. deild)
Jóannes Guttesen
Jóhan E. Hansen
Ronny í Lon
Sveinur M. Nolsøe
Suni Jacobsen
Ragnar Christiansen
Jaspur Gaard
Finn Larsen
Kaj Olsen
Brandur í Funningsstovu
Hans Egholm
 
 
Spenningur hjá unglingum
 
Mikukvøldið verður FM-kappingin í unglingadeildini avgjørd. Og her er spenningur við lít. Stutt er millum liðini, og tey bæði fremstu møtast í innanhýsis dysti.
 
Støðan fyri síðsta umfar:
Gøta 19 stig
Havnin 18
Sandavágur 17
Klaksvík 16½
Havnin 15
Rókur
Strendur 12
Toftir 9½
Gøta 8

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …