Heim / Tíðindi (síða 23)

Tíðindi

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík.

40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, og telvað verður í trimum aldursbólkum. Í tí yngsta bólkinum, bólki C, umboða nýklækti Føroyameistarin Lisa Xin og Natasja Mørkøre Føroyar. Les meira »

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.
 
Liðið verður júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022. 

Les meira »

Ungir telvarar gera um seg

Ungdómurin sigraði í árligu FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum. 
 
Nýggi føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, er bara 18 ár. Almenna bólkin vann Elias Petersen, sum er 16 ár, og í unglingabólkinum bar av. Har vann 9 ára gamla Lisa Xin – einsta genta í flokkinum.
 
Hon er yngsti vinnari í unglingabólkinum nakrantíð. Metið átti Olaf Berg, sum 12 ára gamal varð unglingameistari í 1999. 
 
Lisa byrjaði at telva fyri sløkum tveimum árum síðani. Tá byrjaði hon at ganga til barnatelving í Havnar Telvingarfelag. Í vetur hevur Haldur Suni Johansen lagt teimum yngstu telvarunum í Havn lag á eitt kvøld um vikuna. Undirtøkan hevur verið góð. Útivið fjøruti børn hava í vetur gingið til barnatelving í Havn.
 
Haldur sigur, at Lisa er ógvuliga nærløgd og hugagóð. Eftir aldrinum dugir hon merkiliga væl at hugsavna seg. Hon tykist vera ógvuliga hugtikin av spælinum. Hon er nom og situr væl undir, tá talvlærarin greiðir frá. Hon er ógvuliga kring í álopsstøðum og sær og roknar væl, eru kombinasjónir í støðuni. Viðhvørt er hon í so ótolin, og fær tí ikki altíð upp í lag at fáa fólkið út, áðrenn hon fer í álop.
 
Mangt bendir á, at Lisa kann fara at gerast heilt góður telvari, men enn er hon bara 9 ár, og tá kunnu onnur áhugamál eisini stinga seg upp.
 
Lisa er fødd og uppvaksin í Føroyum, men hevur kinesisk foreldur. Pápin, Qin, er professari á Fróðskaparsetri Føroya. Lisa tosar føroyskt flótandi, sama ger yngri beiggin, Andrew, sum er sjey ár, og sum eisini er gávuríkur telvari. Hann var leingi ein av harðastu kappingarneytunum hjá systrini í FM-kappingini á páskum. 
 
Lisa er kortini ikki fyrsta gentan, sum vinnur FM fyri unglingar. Hon er tann triðja. Hinar eru Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag (2008) og Sára Traber Olsen úr Havnar Telvingarfelag (2010).

Les meira »

Nógv fylgdu við stroymingini frá FM

Tølini frá Lichess.org vísa, at nógv fólk fylgdu við í stroymingini í FM, ið var á páskum.

Hyggjaratølini vóru:

  • Landsliðsbólkurin: 16.000
  • Almenni bólkurin: 4.600
  • Unglingabólkurin: 4.000

Innbjóðing til steypakapping 2024

Steypakappingin verður telvað leygardagin 13. apríl á Strondum.

Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2023/24 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.

Les meira »

Innbjóðing: Barna Grand Prix finalan í Klaksvík

Komandi sunnudag, 7. apríl, verður kviktalvkapping fyri børn í Skótahúsunum í Klaksvík (Gerðagøta 11). Talan er um seinastu kapping út av 10 av hesum slag, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Klaksvík byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða telvað í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek Les meira »

Úrslit og myndir frá BGP8 og 9

10. mars og 17. mars vóru 2 Barna Grand Prix kappingar, BGP8 og 9, ávikavíst í Vestmanna og Havn. Hettar vóru trið- og næstseinastu barnatalvkappingarnar í ár. Tann seinasta Barna Grand Prix kappingin og finalan verður komandi sunnudag í skótahúsunum í Klaksvík. Sí innbjóðing her. Les meira »

Luitjen er føroyameistari

Nøkur sekund eftir, at FM-umdysturin var liðugur um sjeytíðina í kvøld. F.v. Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen. Triði FM-finalisturin, Rógvi Egilstoft, sæst standandi mitt fyri. Vinstrumegin hómast ein fegin Katrin Apol, mamma at nýggja føroyameistarnum.

Myndatøka: Jóannes Guttesen

Fyri fyrstu ferð síðani 2013 eitur føroyameistarin í talvi annað enn Høgni, Rógvi ella Helgi. 

Nú eitur føroyameistarin – júst sum miðskeiðis í 70-unum – Luitjen Apol. Men nú er tað ein annar Luitjen. 18 ára gamli abbasonur gamla føroyameistaran – sonur Katrina og Aksel V. Johannesen – ber nú arvin víðari.

 

Luitjen var flúgvandi í umdystinum í dag. Hann vann bæði talvini móti Høgna, og móti Rógva vann hann annað og telvaði hitt javnt. Bæði í avgerandi talvinum móti Høgna í gjár og aftur í umdystinum í dag telvaði Luitjen sum ein brandur. Aftrat góða álopstevinum og evnunum at síggja og rokna væl í fløktum støðum, sást nú eisini ein fastleiki og tryggleiki í spælinum hjá honum, sum gjørdi munin. 

 

Tað hevur verið bíðað eftir hesum í nøkur ár. Longu í 2020 var Luitjen í FM-umdysti – bara 14 ára gamal – men tapti. Evnini vóru sjónlig, og neyvan hevur nakar annar føroyskur telvari verið so íðin og miðvísur seinnu árini sum Luitjen. Ungum telvarum so líkt hava sveiggini stundum verið í størra lagi, men nú bragdaði av álvara. Hesin sigurin er honum væl untur og væl uppiborin. 

 

Tillukku Luitjen!

 

 

FM-umdysturin 2024 – kviktalv

Rógvi Egilstoft – Luitjen Akselsson Apol ½ – ½

Høgni Egilstoft Nielsen – Rógvi Egilstoft ½ – ½

Luitjen Akselsson Apol – Høgni Egilstoft Nielsen 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol – Rógvi Egilstoft 1 – 0

Rógvi Egilstoft – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1

Høgni Egilstoft Nielsen – Luitjen Akselsson Apol 0 – 1

 

 

Endaliga støðan í FM-umdystinum:

1. Luitjen Akselsson Apol, Havnar Telvingarfelag, 3½ stig

2. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 1½

3. Rógvi Egilstoft, Sandavágs Talvfelag 1 stig

 

 

Føroyameistarar seinastu 25 árini

2000 Flóvin Tór Næs, HT

2001 John Rødgaard, VT

2002 Hans Kristian Simonsen, KT

2003 Martin Poulsen, HT

2004 Martin Poulsen, HT

2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT

2006 Martin Poulsen, HT

2007 John Rødgaard, VT

2008 Helgi Dam Ziska, HT

2009 Martin Poulsen, HT

2010 Olaf Berg, ST

2011 Helgi Dam Ziska, HT

2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2013 Olaf Berg, HT

2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2017 Helgi Dam Ziska, HT

2018 Helgi Dam Ziska, HT

2019 Helgi Dam Ziska, HT

2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2023 Helgi Dam Ziska, HT

2024 Luitjen Akselsson Apol, HT

FM-finalistarnir við steypum eftir spennandi finaludag á Giljanesi í dag. F.v. Høgni Egilstoft Nielsen, nýggi føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft.
Myndatøka: Jóannes Guttesen