Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: Barna Grand Prix 07/01

Innbjóðing: Barna Grand Prix 07/01

Komandi sunnudag, 7. januar, verður kviktalvkapping fyri børn í Bygdahúsinum á Strondum. Talan er um eina út av 10 kappingum, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin á strondum byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek.


Barna Grand Prix

Til hvørja einstaka barnakapping av hesum slag hevur ein møguleika fyri at vinna heiðursmerki. Tó fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni, sum verður 7. apríl.

talvkalendaran við øllum Barna Grand Prix kappingunum.

 

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

 

Til ber at tekna til kappingina á Strondum á hesum leinkjum:

4. fl. og yngri

5. fl. og eldri

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …