Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit: Barna Grand Prix 4 á netinum

Úrslit: Barna Grand Prix 4 á netinum

Leygardagin 20. januar var barnatalvkapping telvað á netinum, á síðuni chess.com. Hettar var kapping nummar 4 út av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri í ár. Telvað var í 2 aldursbólkum: 4.fl. og yngri og 5. fl. og eldri. 6 umfør vóru á skránni við tíðini 5 minuttir + 5 sekund.

 

Talvkappingarnar á netinum, sum TSF av og á skipar fyri, plaga at rigga sera væl. Tó var ein tekniskur trupulleiki í tí yngra bólkinum hesaferð. Av misgáðum kundi ein fremmandur filippinari taka lut í kappingini, sum var munandi betri styrkimettur enn tey í miðal 9 ára gomlu føroysku børnini. So sjálvsagt vann hesin fýrurin kappingina. Fyri at onkursvegna mótrokna hansara ávirkan á kappingina, er valt at geva teimum, ið telvaðu ímóti honum eitt stig, sum ein vanliga fær til talvkappingar fyri fríumfar. Við hesum sær endaliga støðan út soleiðis:

  1. Bjarni Hávardsson, 5 stig
  2. Natasja Mørkøre, 5 stig
  3. Elias Otthamar Olsen, 4,5 stig
  4. Jógvan Samuelsen, 4 stig
  5. Lukas Ellingsgaard, 3,5
  6. Annika Lutzen, 3,5 stig
  7. Símun Boas Dalslíð, 3,5 stig
  8. Hendrik Hansen, 3,5 stig
  9. Bjarni Gaardlykke, 3 stig
  10. David Lutzen, 3 stig
  11. Samson N. Hermansen, 2,5 stig
  12. Zacharias Gaard, 2 stig
  13. Erland Berg Danielsen, 2 stig
  14. William Old Maltesen, 1 stig

 

Í eldra bólkinum luttóku 7. Har var eisini meiningin, at 6 umfør skuldu telvast, tó av onkrari grund blivu tað einans til 4. Men til alla lukku var ongin fremmand innrás at síggja í hesari kappingini. Har varð úrslitið soleiðis:

1. Herbert Johannesen, 3 stig
2. Markus Samuelsen, 3 stig 3. Magnus Eivindsson, 2,5
4. Hanus á Lógv, 2,5 5. Ruben Benjamin, 2 6. Sámal Nesá, 2 7. Andrea Gaard, 1

 

Soleiðis verða Barna Grand Prix stig givin:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

 

Her er dagførda støðan í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini at síggja:

Barna Grand Prix støðan eftir BGP4

Sí eisini

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, …