Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Javnleikur í toppdysti

Javnleikur í toppdysti

Tað endaði 2-2 í fyrra sínamillum dystinum millum suverenu oddaliðini í landskappingini í talvi – Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag.
 
Allir dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í stórum felagsumfari í Vestmanna í gjár. 
 
Komið er nú hálva leið í landskappingini í talvi.

 
Carl Eli Samuelsen (høgrumegin) koppaði í gjár Høgna Egilstoft Nielsen (vinstrumegin) á 2. borði í toppdystinum millum Havnina og Sandavág. Dysturin endaði javnur 2-2.
 
 
Havnarmenn vóru eitt stig fremri fyri innanhýsis dystin í gjár, og tann støðan broyttist ikki, tí dysturin endaði javnur.
 
Tað endaði javnt á fremsta og aftasta borði, og á miðborðunum fingu liðini hvør sín sigur. Eitt sindur óvæntað vann Havnin á øðrum borði og Sandavágur á triðja borði – hitt øvugta var kanska heldur væntandi.
 
Høgni grundaði djúpt og leingi um heldur spentu og kompleksu støðuna, sum kom upp á borðinum, og endin var, at tíðin gekk undan hjá honum í ógreiðari støðu. Carl Eli fekk her søta hevnd fyri snópisliga tapið fyri Høgna í FM-einstaklingakappingini á páskum í fjør, tá ið hann tapti í sera góðari støðu.
 
Silas kláraði at fáa vinnandi fyrimun í at síggja til javnari endastøðu. Ein kærkomin uppreisn hjá Silasi, sum mest hevur telvað á B-liði felagsins í vetur.
 
Rógvi Egilstoft fekk – sum so ofta fyrr – remis móti stórmeistaranum. Helgi og Rógvi telvaðu eitt fínt talv. Helgi offraði býtismun í miðtalvinum, leingi var líkt til, at tað fór at geva honum avgerandi fyrimun, men eftir drúgt og spennandi talv, endaði stríðið við javnleiki.
 
Sama var á fjórða borði.   Sjúrður og Jón telvaðu eisini báðir væl, men har stóð fast allan vegin, tó at nógvar snildir vórðu royndar at skaka javnvágina.
 
 
5. umfar, 5. januar 2024
Havnin    –    Sandavágur 2 – 2
Helgi Dam Ziska – Rógvi Egilstoft  ½ – ½
Carl Eli N. Samuelsen – Høgni Egilstoft Nielsen 1 – 0
Luitjen Akselsson Apol – Silas Eyðsteinsson 0 – 1
Sjúrður Thorsteinsson – Jón í Horni Nielsen ½ – ½
 
Hinir dystirnir
Havnin 2 – Klaksvík 1 ½ – 3½
Klaksvík 2 – Sandavágur 2  2 – 2
 
Støðan í 1. deild (eftir 5 umfør):
1. Havnin 16½ stig
2. Sandavágur 15½
3. Klaksvík 11
4. Sandavágur B 8
5. Havnin B 5
6. Klaksvík B 4
 
 
Hinar deildirnar
 
Telvað var í øllum deildum í gjár. Í aðru.- og triðju deild eru liðini seks, í fjórðu deild eru tey tíggju, og í unglingadeildini níggju.
 
Støðan í 2. deild
1. Kollafjørður 13½
2. Kongshavn (Runavík) 10½
3. Klaksvík 9½
 
Støðan í 3. deild
1. Toftir 14½
2. Sandavágur 13½
3. Rókur 10 ½
 
Støðan í 4. deild 
1. Havnin 17
2. Klaksvík 15
3. Klaksvík 13
 
Unglingar
1.-3: 
Klaksvík 9
Gøta 9
Havnin 9
 
Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
 
Telvað verður aftur í landskappingini um tvær vikur. Tá koma dystirnir í sætta umfari fyri.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …