Leygardagin 20. januar kl. 13 verður barnatalvkapping á netinum. Øll børn eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.
Telvað verða 6 umfør við tíðini 5 minuttir + 5 sekund. Talan er um 2 aldursbólkar, 4. fl. og yngri og 5 fl. og eldri. Kappingin er partur av Barna Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya.
Telvað verður á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúkara á chess.com og verða limur í viðkomandi bólki hjá Talvsamband Føroya. Bólkarnir eru at finna her:
4. fl. og yngri: https://www.chess.com/club/barnakappingar-4-flokkur-og-yngri
5. fl. og eldri: https://www.chess.com/club/barnakappingar-5-flokkur-og-eldri
Bert brúkarar, har mann sær, hvør stendur aftanfyri brúkarar, sleppa í bólkin. Viðmælt er, at melda til bólkin í góðari tíð, tí hvør einstakur brúkari skal góðtakast av einum admin. Tilmelding til kappingina sjálva letur upp 1 tíma áðrenn byrjan, tað vil siga leygardagin 20. januar kl. 12:00. Viðmælt er, at ein vaksin er hjástaddur, fyri at hjálpa børnunum við tí tekniska, serliga undan byrjan.
Kappingarnar eru at finna á leinkjunum niðanfyri:
4. fl. og yngri: https://www.chess.com/play/tournament/4520039
5 fl. og eldri: https://www.chess.com/play/tournament/4520040