Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit og myndir frá BGP3 á Strondum

Úrslit og myndir frá BGP3 á Strondum

Seinasta sunnudag, 7. januar, var barnakvikkapping í bygdahúsinum á Strondum. Hettar var 1 út av 10 Barna Grand Prix kappingum. 2 kappingar vóru í 2023, sum telja við í Grand Prix kappingini. Hesar vóru NM undankappingarnar báðar, sum vóru 11. og 18. november. Síðani verða 7 kappingar afturat í 2024 (sí kappingarkalendaran her).

 

Telvað var í 2 aldursbólkum. 4. flokkur og yngri, og 5. flokkur og eldri. Tíðin á klokkuni var 10 min + 5 sek, og 6 umfør vóru. Í yngra bólkinum vóru 25 luttakarir. Vinnarin, við 5,5 stigum gjørdist Baldur B. Jørgensen, á 2. plássi Elias O. Olsen og á 3. Dávid Lutzen.

  

 

Í eldra bólkinum vóru 8 luttakarir. Har gjørdist javnt í toppinum á 5 stigum, tó við betri mótstøðustigum var tað Herbert H. Johannessen, sum fór avstað við gullinum. Sámal I. Nesá gjørdist síðani nummar 2, og á 3. plássi var Djóni F. C. Jakobsen, sum hevði 4 út av 6 stigum.

 

 

 

Sum nevnt í innbjóðingini, so verða BGP stig til hvørja kapping givin soleiðis:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni, sum verður 7. apríl. Samlaða støðan í Barna Grand Prix kappingini sær í løtuni soleiðis út: Sí fyribils skjal her.

 

Sigast má, at umstøðurnar at telva á Strondum hendan dagin vóru heilt fantastiskar, við ítróttarhøll við síðuna av talvhølinum, har ið børnini kundu uppfríska sinnið ímillum talvini og stuttleika sær saman. Stóra takk fyri eina góða kapping. Myndir frá degnum eru at síggja niðanfyri.

 

           

Sí eisini

NM fyri gentir – 1 stig í fyrsta umfari

Eftir at fyrsta umfar varð telvað í gjár, var greitt at vit vunnu tað eina …