10. og seinasta umfar í liðkappingini verður telvað í skúlanum á Giljanesi í Sandavági. Umfarið byrjar klokkan 12.00.
Tíðindi
Tillagingar í altjóða ratinglistunum hjá Fide
Innbjóðing: Samskip Open 2024

Kongshavnar Talvfelag bjóðar til GP 9, Samskip Open, vikuskiftið 1.-3. mars 2024, og aftur í ár eru góðir vinningar at vinna.
Stað:
Í Skúlanum við Løkin
Telvað verður soleiðis:
Kappingin byrjar fríggjadagin, 1. mars kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).
Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.
Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30. Les meira »
Óvæntað úrslit

Úrslit & myndir: BGP7 í Kollafirði

Kvik-talvkapping var fyri børn í Kollafjarða skúla í gjár, 25. februar. Hettar var 7. av 10 Barna Grand Prix kappingum, sum TSF í samstarvi við talvfeløgini kring landið skipa fyri. 28 børn tóku lut hesuferð í tveimum aldursbólkum. 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Kappingin vardi 6 umfør. Les meira »
Endaspurturin byrjar

Innbjóðing til TT-Kvik 2024
7. GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelag komandi leygardag, 24. februar. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Innbjóðing: BGP7 í Kollafirði

Komandi leygardag, 24. februar, verður kviktalvkapping fyri børn í Kollafjarðar Skúla. Talan er um 7. kapping út av 10, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Kollafirði byrjar kl. 10:00. 6 umfør verða í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek. Les meira »
Luitjen næstbestur í NM
NM dagur 3
Í A bólkinum var einki at seta fingurin á í dag. Jón telvaði væl og fekk veruliga gongd á taktisku kombinatiónirnar og vann bæði talvini í dag ímóti sterkari mótstøðu.
Luitjen hevði medalju kjansir tá dagurin byrjaði og hesum fór hann eftir við heilum huga. Luitjen vann bæði talvini í dag og tryggjaði sær annaðplássi. Luitjen endar nr. 2 við 4,5 stigum og Jón nr. 4 við 3,5.

Í B bólkinum fekk Rókur ein sigur uttan talv í morgun og Elias hevði eitt flott talv, men misti tíverri á stokkinum.
Seinnapartin telvaðu teir báðir javnt sínamillum og endaðu á 1,5 í part.

Í C bólkinum tapti Emil tíverri bæði talvini í dag og endar við 0,5 stigum
Petur fekk remis í morgun og stríddist fyri at halda tí seinna javnt, men mátti tíverri lúta. Petur endar á 1,5 stigum.

Í D bólkinum riggaði einki í dag. Bæði Oskar og Andrias telvaðu væl og høvdu fínar støður. Tíverri var mótstøðan ov sterk og taptu báðir bæði talvini. Teir enda á 0,5 stigum í part.


Í E bólkinum var hetta dagurin har flest møguleikar fóru fyri skeyti. Bæði Baldur og Lisa telvaðu neyvt og høvdu løtur við yvirvág í talvunum. Tíverri taptu tey eisini bæði talvini.
Lisa endar á 2 stigum og Baldur 1,5.

Samlaða úrtøkan hjá føroyingum gjørdist 17,5 stig.

Talvsamband Føroya Faroechess