Leygardagin 21. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í talvhølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.
Tíðindi
Sandavágs Talvfelag aftur á tindinum
Vágamenn gjørdu bart í landskappingini í talvi í vetur. Sandavágs Talvfelag gjørdi ikki mætari enn at vinna allar tíggju dystirnar í 1. deild. Í seinasta umfari í dag vunnu teir 3 – 1 á Havnini, sum hevur verið meistari seinastu tvey árini. Eitt suverent kappingarár hjá Sandavágs Talvfelag.
Beinleiðis frá liðkappingini
Fylgjast kann við her, beinleiðis frá 10. og seinasta umfari í liðkappingini 2025/2026.
Duopol í føroyskari telving

Klaksvíkar Talvfelag hevur vunnið FM-heitið 2010. F.v.: Heini Olsen, Finnbjørn Vang, Eyðun Nolsøe, Terji Petersen og Esben Lund. Hetta er seinasti FM-sigurin hjá klaksvíkingum. Síðani 2010 hava bara tvey feløg vunnið FM – Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.
Í morgin leygardagin verða dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari í landskappingini í talvi spældir.
Sandavágs Talvfelag stendur til at vinna FM-heitið, sum Havnar Telvingarfelag hevur vunnið seinastu tvey árini.
Føroyingar hava so smátt vant seg við, at hesi bæði feløgini skiftast um at vinna føroyameistaraheitið. Hetta hevur verið lagið nú í fimtan ár. Vit skulu aftur til 2010 at finna annan føroyameistara. Tá vann Klaksvíkar Talvfelag sítt áttanda FM-heiti í 1. deild – og sítt higartil seinasta meistaraheiti.
Árið eftir vann Sandavágs Talvfelag sítt fyrsta FM-heiti. Vágamenn hava hesi fimtan árini síðani vunnið ikki færri enn átta FM-heiti. Havnar Telvingarfelag hevur vunnið sjey ferðir. Alt bendir á, at Sandavágur fer at vinna í ár – gera teir tað, hava teir yvirhálað Klaksvíkar Talvfelag við einum FM-heiti, og er tá felagið við næstflestum FM-sigrum.
Ivaleyst hevði tað verið gagnligt fyri føroyska telving, at onnur feløg spentu seg út og tóku kappingina upp við vágamenn og havnarmenn. Klaksvikar Talvfelag er framvegis besta boðið, men líkt er til, at har restar eitt sindur í aftrat.
Vit hava fyrr sæð Vestmanna Talvfelag og Kollafjarðar Talvfelag vinna við styrktum manningum. Vestmenningar høvdu umframt John Rødgaard eisini telvarar sum Torbjørn Thomsen, Martin Brekká og Carl Eli Samuelsen í sínum parti. Tá var lagamanni at vinna. Sama var, tá ið kollfirðingar seint í 90-unum styrktu seg við góðum norðurlendskum telvarum, bæði Tiger Hillarp-Persson, ið virkaði sum leikandi venjari eitt skifti, og Steffen Pedersen.
Seinnu árini hevur ikki sami eldhugi geisað í føroysku talvfeløgunum.
Felagsumfar á Giljanesi
Allir dystir í øllum deildum í seinasta umfari í morgin verða telvaðir í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður klokkan 12.30.
Í 1. deild er líkt til, at Sandavágs Talvfelag fer at vinna. Havnar Telvingarfelag hevur ein møguleika enn, men tá skulu teir vinna ikki minni enn 3½-½ á vágamonnum í innanhýsis dystinum í morgin.
Ein ávísur spenningur er í botnstríðnum. Dysturin millum B-liðini hjá Sandavági og Klaksvík kann fara at gerast heilt avgerandi, men B-liðið hjá Havnini er ikki heilt tryggjað heldur.
Støðan í 1. deild
Sandavágur 27 stig
Havnin 24½
Klaksvík 16½
Havnin (B) 15
Klaksvík (B) 13
Sandavágur (B) 12
Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild eru hesir:
1. deild (10 umf – 14 mars)
Sandavágur (A) – Havnin (A)
Klaksvík (A) – Havnin (B)
Sandavágur (B) – Klaksvík (B)
Kollafjørður ella Toftir?
Stórur spenningur er um hvat av oddaliðunum í 2. deild flytur upp í 1. deild komandi ár.
Her stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Toftir. Tað fær ikki verið nógv meira spennandi.
Støðan í 2. deild
Toftir 22 stig
Kollafjørður 22
Klaksvík 20
Havnin (B) 16½
Havnin (A) 15½
Rókur 12
Dystirnir í seinasta umfari í 2. deild verða hesir:
2. deild (10 umf – 14 mars)
Kollafjørður – Klaksvík
Havnin (A) – Toftir
Havnin (B) – Rókur
Vestmenningar á odda
Alt bendir á, at Vestmanna Talvfelag flytur upp í næstbestu deildina. Teir hava lutfalsliga so greiða leiðslu, at tað átti at gingið.
Støðan í 3. deild
Vestmanna 22½
Sandavágur 19½
Kollafjørður 19½
Kongshavn 18½
Gøta 17½
Klaksvík 10½
Dystirnir í seinasta umfari í 3. deild verða hesir:
3. deild (10 umf – 14 mars)
Sandavágur – Vestmanna
Kollafjørður – Gøta
Klaksvík – Kongshavn
Flyta suðuroyingar upp?
Ikki minni spenningur er í 4. deild. fer tað at eydnast nýggja felagnum í Suðuroy at flyta upp í 3. deild?
Sum er stendur á jøvnum millum suðringar og havnarmenn.
Støðan í 4. deild
Suðuroy 10
Havnin (B) 10
Rókur 8½
Havnin (A) 7½
Sandavágur (A) 6½
Sandavágur (B) 5½
4. deild (5 umf – 14 mars)
Suðuroy – Sandavágur (A)
Rókur – Havnin (B)
Sandavágur (B) – Havnin (A)
Støðan í 5. deild
Strendur 12½
Rókur 6
Toftir 5½
Kollafjørður 4
Gøta 4
5. deild (5 umf – 14 mars)
Rókur – Gøta
Kollafjørður – Toftir
Sjey føroyameistarar í 55 ár
Niðanfyri sæst hvørji feløg hava vunnið FM í talvi.
Í alt sjey feløg hava verið best í 1. deild – fyrstu trettan árini kallaðist tað A-deildin.
FM-lið 1. deild (1971 – 2025)
1971 HT
1972 HT
1973 KT
1974 HT
1975 HT
1976 VT
1977 HT
1978 HT
1979 HT
1980 HT
1981 HT
1982 HT
1983 HT
1984 HT
1985 VT
1986 TFS
1987 TT
1988 KTF
1989 HT
1990 HT
1991 KTF
1992 VT
1993 KT
1994 KT
1995 HT
1996 KTF
1997 KTF
1998 KT
1999 KTF
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
2024 HT
2025 HT
FM-sigrar í alt (1971-2025)
HT 27 (Havnar Telvingarfelag)
ST 8 (Sandavágs Talvfelag)
KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)
VT 6 (Vestmanna Talvfelag)
KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)
TT 1 (Tofta Talvfelag)
TFS 1 (Talvfelagið Streymur)
FM einstaklingar 2026
Sandavágs Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2026.
Stutt um 90-ini
90-ini eru hendingarrík ár í føroyskari telving. Nógv verður lagt fyri í landskappingini. Heili fýra feløg vinna FM hesi tíggju árini. Ongantíð hava so nógvir útlendskir telvarar sett sín dám á føroysku kappingina sum tey seinnu 90-árini. Summi feløg gingu undan og settu góðar telvarar sum leikandi venjarar í felagnum. Í so máta valdaði størri framskygni í føroyskari telving enn nú.
HT snar verður sunnudagin
Sunnudagin 8. mars verður HT snar telvað í Finsen í Tórshavn. Kappingin byrjar klokkan 14.00. Øll eru vælkomin at luttaka.
Barnakapping í Vestmanna leygardagin
Leygardagin, 7. mars kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað á Miðnám í Vestmanna. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.
Sandavágur eitt stig frá FM-sigrinum
Oddaliðini Sandavágur og Havnin vunnu aftur stórsigrar í næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.
Vágamenn eru hálvttriðja stig fremstir fyri avgerandi innanhýsis dystin móti Havnini 14. mars. Eittans stig røkkur hjá Sandavágs Talvfelag í toppdystinum, so eru teir føroyameistarar.
Seinasta umfar verður telvað á Giljanesi
10. og seinasta umfar í liðkappingini verður telvað í skúlanum á Giljanesi. Umfarið verður telvað leygardagin 14. mars. Byrjað verður klokkan 12.30.
Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Reglan er galdandi fyri allar deildir.
Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. liði í 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.
Talvsamband Føroya Faroechess