
Tíðindi
Úttøka til NM fyri børn og ung
Sunnudagin 1. desember bleiv telvað um føroyameistaraheitið fyri børn og ung í Stranda skúla. Samstundis bleiv telvað um úttøku til NM, sum verður í Íslandi í februar 2025.
Eins og vanligt bleiv kappingin skipað í 5 bólkur. Talvsamband Føroyar sendir á hvørjum ári 10 børn og ung til NM kappingina. Tveir teir fremstu telvararnir i hvørjum bólki verða úttiknir. Í fleiri bólkur var stórur spenningur, og fleiri umdystir blivu telvaðir.
Stórsigur í útsettum dysti

Vágamenn leggja oddaliðið úr Havnar Telvingarfelag undir trýst.
Tað hefti ikki fyri hjá sandavágsmonnum í útsetta dystinum í 1 deild í landskappingini í talvi, sum var telvaður í Vágum í gjárkvøldið.
Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir.
1 deild (4 umfar)
Sandavágur – Klaksvík (B) 3½ – ½
Høgni Egilstoft Nielsen – Haldur S. Johansen 1 – 0
Silas Eyðsteinsson – Wille Olsen ½ – ½
Jón í Horni Nielsen – Rani Nolsøe 1 – 0
Torkil Nielsen – Tummas M. Sólsker 1 – 0
Støðan í 1 deild
Havnin 13½ stig
Sandavágur 12½
Klaksvík 8½
Havnin (B) 5
Klaksvík (B) 5
Kollafjørður 3½
Kappingin liggur nú still til eftir nýggjár. Fimta umfar er 12 januar. Tá bresta oddaliðini Havnin og Sandavágur saman í fyrra sínamillum dystinum. Roknast kann við, at Rógvi Egilstoft verður við á liðnum hjá Sandavági til toppdystin í fimta umfari.
Fleiri dystir í hinum deildunum, sum vórðu útsettir fyri veður sunnudagin, eru framvegis ikki telvaðir.
Talvkalendarin 2024/2025 børn og ung

Innbjóðing: NM úttøku-finalan
Sunnudagin verður NM úttøku-finalurnar í ymsu aldursbólkunum telvaðar í skúlanum á Strondum. Byrjað verður klokkan 13.30
INNBJÓÐING: FM gentur 2024
Skipað verður fyri FM gentur 2024 í Kolshøll á Eiði leygardagin 30. november. Byrjað verður klokkan 11.00. Les meira »
Í hálvum gekki

Martin Poulsen og Olaf Berg (høgrumegin – her á talv-OL 2018) vóru við aftur á havnarliðnum í toppdysti móti Klaksvík í dag.
Ringa veðrið darvaði eisini landskappingini í talvi í dag. Fleiri dystir vóru útsettir.
Men oddaliðið, Havnar Telvingarfelag, vann týðandi útidystin móti Klaksvíkar Talvfelag 3-1, og hevur tí tryggjað sær leiðsluna áðrenn fyrra toppdystin móti Sandavágs Talvfelag eftir nýggjár.
Martin Poulsen og Olaf Berg telvaðu í dag sínar fyrstu dystir á meistaraliðnum í hesum kappingarárinum. Teir loystu av Luitjen Akselsson Apol og Carl Eli Samuelsen. Á fjórða borði var Sjúrður Thorsteinsson komin fyri Hjalta Toftum Jógvansson. FM-liðið hjá Havnini hevur bæði dygd og breidd.
Dysturin millum Sandavág og B-liðið hjá klaksvíkingum er útsettur til mikukvøldið.
4 umfar (24 november)
Klaksvík – Havnin 1 – 3
Ólavur Simonsen – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Rani Baldursson – Martin Poulsen 0 – 1
Heðin Gregersen – Olaf Berg ½ – ½
Terji Petersen – Sjúrður Thorsteinsson ½ – ½
Í Kollafirði stóð dysturin millum aftastu liðini. Her eydnaðist B-liðnum hjá Havnini at vinna og yvirhálað uppflytarnar úr Kollafirði.
Kollafjørður – Havnin B 1 – 3
Árant Djurhuus – Herluf Hansen ½ – ½
Rógvi Mørkøre – Elias Petersen 0 – 1
Karl M. Dahl – Suni Merkistein 0 – 1
Markus Jacobsen – Óli Joensen ½ – ½
Støðan 1 deild
Havnin (A) 13½ stig
Sandavágur 9
Klaksvík 8½
Havnin (B) 5
Klaksvík (B) 4½
Kollafjørður 3½
Her hava Sandavágur og Klaksvík B ein dyst færri. Útsetti dysturin í dag verður telvaður mikukvøldið.
2 deild
Bara ein dystur hevur verið í dag.
4 umfar
Havnin – Kongshavn 2½ – 1½
Hinir dystirnir í fjórða umfari eru:
Toftir – Klaksvík
Sandavágur – Havnin B.
Ikki er greitt, nær teir verða telvaðir.
Liðini í 2 deild eru ógvuliga jøvn.
Støðan í 2 deild
Sandavágur 7 stig
Havnin 7
Klaksvík 7
Kongshavn 6½
Havnin B 6½
Toftir 6
Rókur fremst í 3 deild
4 umfar
Gøta – Rókur 1½ – 2½
Kollafjørður – Havnin 2½ – 1½
Dysturin Sandavágur-Vestmanna er útsettur.
Okkurt bendir á, at Rókur, sum í løtuni er fýra stig á odda, longu hevur lagt seg á uppflytingarkós.
4 deild
Líkt er til, at bara ein dystur hevur verið í fjórðu deild í dag. Hann var millum Havnina og Rók og endaði javnur 2- 2. Fýra dystir vórðu útsettir.
Allir útsettu dystirnir skulu avgreiðast áðrenn farið verður undir fimta umfar eftir nýggjár.
Vánaligt veður
Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.
Seinastu dystirnir fyri jól
INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2025 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess