Heim / Tíðindi (síða 115)

Tíðindi

Talv OL – annað umfar

Dysturin móti Togo gjørdist væl lættari enn væntað. Føroyska liðið var snøgt sagt nógv betri og hølvaði
Togo av 0 – 4 !
Tað var ongantíð ivi um úrslitið, til tað var Togo alt ov veikt lið. 
 
John Rødgaard vann heilt skjótt eitt lætt talv, meðan hinir fylgdu eftir so hvørt, tíðin gekk. 
Hjá Togo var talan um fyrsta landsdyst nakrantíð, og tað sást týðuliga. 
 
Byrjanin hevur sjáldan – um nakrantíð – verið betri, men komandi umførini kann væntast sterkari mótstøða.
Inntil víðari kunnu vit so bert fegnast um góðu gongdina og vónandi eru útlit fyri einum tí besta úrslitinum
nakrantíð. Tó skal nevnast beinanvegin, at danska orðatakið "højt at flyve, dybt at falde" eisini er galdandi
fyri talv, og eingin skal kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur.{jcomments on}
 

Talv OL – Annað umfar

Togo menninir hava eingi ratingtøl og landið er nýggjur limur í FIDE, so tað er ikki lætt at fyrireika seg. 
Afrikansku londini hava oftani ikki somu møguleikar sum onnur at fyrireika telvararnar,
og eisini verða kappingarnar ikki skrásettar hjá FIDE, ti hettar kostar. 
Tí kann tað henda seg,at Togo er nógv sterkari enn væntað – nakað sum Sudan -, men hóast tað eiga Føroyar at vinna dystin.
 
2. umfar byrjar kl. 13 føroyska tíð, og fylgjast kann við Live á internetinum via heimasíðuna hjá fyrireikarunum.
 
Føroyska liðið 2. umfar:
IM John Arni Nilssen
IM John Rødgaard
Jóan Hendrik Andreasen
Rógvi Egilstoft Nielsen
 

{jcomments on}

1. umfar: Føroyar 2½ – Sudan 1½

Sudan liðið var væl fyrireikað, og telvaðu teir skjótt og hegnisliga fyrstu leikirnar. Serliga mótstøðumaðurin hjá Jóan Hendrik var í hopla við hvíta fólkinum, og eftir ein lítlan óneyvleika frá svørtum vendist ikki aftur.
   Á hinum borðunum sá heldur ikki alt ov gott út, men tíbetur fekk John Rødgaard sigur til høldar rímuliga skjótt og fekk rættað kósina.

John Arni vann ein rók fyri riddara og finnu á øðrum borði, men hetta gav ikki meira enn javnleik, ið kanska enntá var meira enn uppiborið.

Á fyrsta borði fekk Helgi við hvíta fólkinum ikki ta allarbestu byrjanina, men tíbetur dugdi svartur ikki at gagnnýta fyrimunin, og sum frá leið koppaði talvið á hin bógvin, og Helgi vann tá sannførandi.

Ein 2½ – 1½ kravsigur móti veikari mótstøðu, men Sudan telvaðu væl betur enn væntað, og kundi úrslitið lættliga verðið annaðleiðis. Tað er nú heldur ikki oftari enn so, ta føroyska talvlandsliðið leggur frá landi við einum sigri, so samanumtikið verður svøvnurin søtur !

 

John Rødgaard hevur viðmerkt sítt talv frá 1. umfari, og tad kann lesast við at trýsta á her: viðmerkt talv frá 1. umfari.

Fleiri myndir kunnu síggjast á myndasavninum: trýst her.
 

Talv OL – Fyrsta umfar

 
Á undanfarnum Olymypiadum hava Føroyar oftani møtt onkrum top-10 landi í fyrsta umfari, men hesa ferð er liðið at meta sum stórfavorittur. 
Við einari miðalrating uppá 2364, er hetta sterkasta føroyska talvlandsliðið nakrantíð.
Sammett við favorittarnar er tað tó lítið av miklum, Rusland er nr. 1 við miðaltalinum 2769, Ukraine 2730 og Armenia 2724.
Av norðanlondum er Svøríki styrkismett nr. 34 (2555), Danmark 39 (2527), Ísland 51 (2490) og Finland 52 (2487).
 
Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya www.faroechess.com verða fleiri myndir lagdar út, og eisini fara telvararnir skiftandi at viðmerkja okkurt talv.
 
Úrslit, paringar og støður eru at finna á www.chessolympiadistanbul.com
 
Føroyska liðið móti Sudan:
IM Helgi D. Ziska 2469  IM John A. Nilssen 2372  IM John Rødgaard 2354  Jóan H. Andreasen 2260
 
 

Steypakapping, Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot 2012

 

Teir fyrstu leikirnir vórðu leiktir stutt eftir kl. 11 leygarmorgunin. Telvað varð dupultumfar, øll lið møttust tvær ferðir, og eftir 6 umfør var ein steðgur, har góður matur matur var at fáa. Eftir seinasta umfar var aftur ein góður nátturabiti at fáa, og enda var við heiðursmerkjahandan til bestu liðini og Ársins Telvara og Stjørnuskot.

Klaksvíkar Talvfelag 1 lá fremst líka frá 1. umfari og vann allar dystirnar. Seinastu tvey umførini møttust Klaksvík og Sandavágur, ið lá 2 stig aftanfyri. Rógvi E. Nielsen, ið sat á 1. borði hjá sandavágsmonnum mátti rýma áðrenn hesi umførini, tí hann fór til Klaksvíkar at leika við 07 Vestur móti KÍ, og har bragdaði betri (har vóru teir aftanfyri, men vunnu kortini dystin). Feðgin og gamli føroyameistarin, Torkil Nielsen, ið ikki kundi vera við til tey fyrru umførini, kom í hansara stað, men hóast hetta, so vunnu klaksvíksingar stórsigur, 9-3 móti sandavágsmonnum, og lótu harvið ongan iva vera um, at steypið ikki skuldi ígjøgnum Norðoyatunnilin, og endaði tí í Klaksvík. Havnar Telvingarfelag endaði á einum tryggum 3. plássi.

 

Sum vanligt hevur verið seinastu árini, skuldu Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot eisini avdúkast eftir steypakappingina. Av tí at fleiri telvarar hava skarað framúr í ár, var ringt at taka dagar ímillum hvørjir hava verið bestir. Tískil var avgjørt, at allir telvarirnir, ið luttóku í steypakappingini, kundu atkvøða fyri Ársins Telvara og Størjnuskotið.

Uppteljingin av Ársins Telvara var sera tøtt, og endin varð at Rógvi E. Nielsen úr Sandavági, ið hevur tikið seg sera nógv fram í ár, farin nógv fram í rating og vann Føroyameistaraheitið, vann við tveimum atkvøðum frammanfyri havnamannin Helga D. Ziska, ið støðugt far góð úrslit, og fyri stuttum var nær við at vinna eina stórmeistarakapping og ein GM-norm.

Somuleiðis vóru einans tvær atkvøður ímillum havnamannin Rúna T. Jacobsen, ið gjørdist Unglingaføroyameistari við fullum stigatali, og toftamannin Andrias Danielsen, ið flott vann Almenna bólkin á páskum.

 

Samanumtikið var talan um ein sera góðan talvdag, og góður endi á talvárinum 2011/12. Og hjartaliga tillukku til Rógva E. Nielsen, Rúna T. Jacobsen og Klaksvíkar Talvfelag!

 

Endaliga støð an í steypakappingini:

 

Steypakappingin 2012 1 2 3 4 5 Stig Nr.
Klaksvíkar Talvfelag 1 11½6 5 11½4 312 92 51½ 1
Sandavágs Talvfelag 5 410 123 116 13 43½ 2
Klaksvíkar Talvfelag 2 4 06 20 01 5 4 6
Tofta Talvfelag 3 22 1½ 45 64 20 5
Havnar Telvingarfelag 2 1 6 48 10½3 37 3
Kollfjarðar Talvfelag 1½ 312 5 21 84 24 4

 

Fleiri myndir eru at síggja undir leinkjuni "Myndasavn"