Toppdystur seinnapartin

Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi eru seinnapartin. Telvað verður í Vestmnanna í stórum felagsumfari.

Les meira »

Felagsumfar í liðkappingini

Sunnudagin 22. november verður felagsumfar telvað í liðkappingini. Allar deildirnar telva á Miðnámi í Vestmanna. Korona tilmælini verða fylgd.

Les meira »

ST-Open

Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 13.-15. november 2020. Telvað verður í hølum felagsins.

Les meira »

Sandavágur flúgvandi

Dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi hava verið í dag sunnudagin.   Í 1. deild halda vágamenn stílin. Fjórði tryggi sigurin á rað fekst til høldar uttan nakað vingl. Í felagshølunum í Sandavági var úrslitið 3-1 móti uppflutta liðnum úr Klaksvíkar Talvfelag.    Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu á fremru borðunum á ávikavist Finnbjørn Vang og Rana Baldursson. Á triðja og fjórða borði var remis. Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen fyri Sandavág og Haldur Suni Johansen og Ingolf Gaard fyri Klaksvík. 

Les meira »

Úttøka til NM fyri børn og ung

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til NM í talvi. Í 2021 verður kappingin í Føroyum 12.-14. februar. Telvað verður í 5 bólkum. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Les meira »