Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Óbroytt í oddanum

Óbroytt í oddanum

Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot. Talvið millum Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt eftir einans tólv leikir. Stórmeistarin, sum hevði hvíta fólkið, bjóðaði remis, og Høgni tók av.
 
Virðingin hvør fyri øðrum tykist so stór, at hvørgin hevði sett sær fyri at vinna, tá talvið byrjaði. Við javnleikinum varðveitir Helgi tepru leiðsluna í kappingini. Men endar talvið millum Helga og Rógva Egilstoft í morgin eisini javnt, sum dystirnir teirra millum aloftast gera, og Høgni í sínum lagi vinnur, tá hevur stórmeistarin sett seg undir størri trýst, enn hann var undan talvinum í dag. Tí ivaðist Høgni kanska ikki í at taka av, tá Helgi beyð remis.

Rógvi Egilstoft koppaði Luitjen Akselsson Apol í dag. Talvið tóktist púra javnt, men brádliga fekk Rógvi ræðið á einastu opnu linjuni, og eftir tað var hann náðileysur.
 
Aldursforsetin Eyðun Nolsøe, sum lítið hevur telvað seinnu árini, er als ikki komin at banka rust nú á páskum. Tvørturímóti hevur hann tikið fleiri á bóli við nærlagdari telving og góðum hugburði. Í dag vann hann á Olaf Berg. Snildisliga lumpaði hann sær sigurin í javnari endastøðu.   
 
Carl Eli og Martin Poulsen høvdu eitt spennandi og drúgt talv, sum endaði javnt eftir rættiligt tíðartrotsdrama. Vit takka fyri stríðsviljan og undirhaldið! 


4. umfar (týsdagin 4. apríl)
Helgi Dam Ziska – Høgni Egilstoft Nielsen ½ – ½
Luitjen A. Apol – Rógvi Egilstoft 0 – 1
Eyðun Nolsøe – Olaf Berg 1 – 0
Carl Eli Samuelsen – Martin Poulsen ½ – ½
 

Støðan í FM-bólkinum

Rk.   Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 7 8 Stig  TB1   TB2 
1 GM Ziska, Helgi Dam 2545 FAI * ½     1 1 1   3,5 5,50 1,5
2 FM Nielsen, Hogni Egilstoft 2407 FAI ½ * ½     1   1 3 5,00 1
3 FM Egilstoft, Rogvi 2298 FAI   ½ *     0 1 1 2,5 3,50 0,5
4   Nolsoe, Eydun 2174 FAI       * ½ 1 ½ 0 2 2,50 0,5
  FM Samuelsen, Carl Eli Nolsoe 2153 FAI 0     ½ *   ½ 1 2 2,50 0,5
6 FM Berg, Olaf 2211 FAI 0 0 1 0   *     1 2,50 1
7 FM Poulsen, Martin 2300 FAI 0   0 ½ ½   *   1 2,00 1
    Apol, Luitjen Akselsson 2143 FAI   0 0 1 0     * 1 2,00 1


5. umfar (mikudagin 5. apríl kl. 17:00)
Rógvi Egilstoft – Helgi Dam Ziska
Høgni Egilstoft Nielsen – Eyðun Nolsøe
Olaf Berg – Carl Eli Samuelsen
Martin Poulsen – Luitjen A. Apol 


Hinir bólkarnir
 
Í 1. bólki eru átta telvarar, eins og í Landsliðsbólkinum. Í almenna bólkinum eru 24, og í unglingabólkinum eru 20.
 
Støðan í oddanum er henda:

1. bólkur
1. Torkil Nielsen, ST 3
2. Herluf Hansen, HT 2½
3. Alvin Joensen, KT 2
4. Heiðrikur Jacobsen, HT 2
5. Árant Djurhuus, KT 2
 
Almenni bólkurin
1. Bogi Eliasen Hansen, KTF 3½
2. Ingi Wiberg, ST 3½
3. Flóvin M. Tummasarsson, KTF 3
 
Unglingabólkurin
1. Petur Magnussen, HT 3½
2. Poul Thomsen, KTF 3
3. Hanus á Lógv 3

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …