Talvfinala leygardagin

Eins og undanfarin ár stendur dysturin um FM-heitið í talvi fyri feløg aftur í ár millum havnarmenn og sandavágsmenn. Seinastu tólv árini hava hesi feløgini verið tey einastu, sum hava vunnið. Ofta er kappingin avgjørd á seinasta leikdegi í einum innanhýsis finaludysti.   Seinasta umfar í landskappingini í vetur verður nú leygardagin. Tá bresta oddaliðini saman í røttum finaludysti. Havnarmenn hava otað seg eitt stig framum vágamenn, men undir øllum umstøðum verður tað liðið føroyameistari, sum vinnur dystin. Endar dysturin javnur, er Havnin føroyameistari.   Endabresturin verður skipaður sum stórt felagsumfar í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Allir dystir í øllum fýra deildum verða undir somu lon. Byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin.

Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini, leygardagin 26. mars kl. 11

FM endabresturin í liðkappingini 2021/22 verður í skúlanum við Løgmannabreyt, leygardagin 26. mars. Byrjað verður kl. 11.00. Havnar Telvingarfelag bjóðar kaffi og kakur meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar felagið lættari ábit og Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, handar heiðursmerki.

Les meira »

ST kvik sunnudagin

Sunnudagin 20. mars kl. 14 skipar Sandavágs Talvfelag talvkapping. Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Les meira »

Havnarmenn á odda

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi.  Havnar Telvingarfelag er nú eitt stig fremri enn Sandavágs Talvfelag fyri seinasta umfar, sum verður um tvær vikur. Tá hittast oddaliðini í einum finaludysti um FM-heitið.

Les meira »

Rókur Open 2022

Komandi vikuskiftið 4.-6. mars 2022 verður Rókur-Open telvað í skúlanum við Streymin. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Borð um borð í toppinum

Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari í dag. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini hava 24½ stig hvørt eftir dystirnar í dag.

Les meira »

Eiði karmur um FM í talvi

Fyri fyrstu ferð í talvsøgu Føroya skal Eiði hýsa FM í talvi fyri einstaklingar, sum aftur í ár verður telvað um páskini. Kappingin verður telvað í Mentanarhøllini á Eiði í døgunum frá 9. apríl – 15. apríl, og tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.

Les meira »

Talvkapping á Eiði sunnudagin

Eftir ein longri steðg frá almennum talvkappingum, verður skipað fyri talvkapping á Eiði sunnudagin kl. 14. Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Les meira »