Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM fyri gentir – 1 stig í fyrsta umfari

NM fyri gentir – 1 stig í fyrsta umfari

Eftir at fyrsta umfar varð telvað í gjár, var greitt at vit vunnu tað eina talvið, og taptu hitt.

Lisa, ið hevði svart í fyrsta umfari, telvaði Fronsku byrjanina, og tað gjørdi hon sera hegnisliga. Lisa telvaði teoretiskt rætt fleiri av teim fyrstu leikunum, og fekk uppstillað sær eina góða støðu. Og eftir at finska mótstøðugentan fyrst misti eina finnu, fyri síðani at offra ein mann, ið ikki var heilt eftir bókini, spældi Lisa trygt og fekk síðani eisini býtismun (rók fyri bisp), og so var ikki nógv eftir, og fyrsta stigið var komið í hús. Sera gott telvað av Lisu.
Natasja hevði eisini svørtu fólkini, og norska mótstøðugentan valdi Skotsku byrjanina. Natasja var ikki neyv í byrjunarspælinum, og fekk eina heldur keðiliga støðu nokkso tíðliga í talvinum, ið ikki var til at koma úr aftur, men hon stríddist til seinasta leik.

Í øðrum umfari, ið byrjaði fyri tíma síðani, verður telvað soleiðis:

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.