Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvlegan og Barna Grand Prix 2024

Talvlegan og Barna Grand Prix 2024

Í vikuskiftinum 6.-7. apríl var nógv á skránni fyri ungar telvararí Føroyum. Hettar er fyrstu ferð, at TSF hevur roynt at skipa fyri venjingarlegu fyri børn, og undirtøkan var sera góð – fult tilmeldað við 36 luttakarum! Legan var í Skótahúsinum í Klaksvík, og var hon skipað í samstarvi við eldhugað foreldur. Á skránni var undirvísing av GM Helga Dam Ziska ogfyrrverandi føroyameistara Rana Nolsøe, talv-stafett, talv-spurnarkapping, snartalv, heilafimleikur, fótbóltur og fantastiskt samanhald.

Samanumtikið var legan væleydnað. Tá spurt varð børnini at enda, um tiltakið skuldi endurtakast var svarið eitt hart “ja” frá øllum til staðar. Einastu viðmerkingarnar frá børnunum vóru, at legan skuldi vart í ein, tveir ella trýggjar dagar afturat.

Vikuskiftið endaði við Barna Grand Prix finaluni, sum var telvað á sama staði sunnudagin seinnapart. Hettar var seinasta av 10 slíkum kappingum, og avgjørdi hvørji ið vóru stóru Barna Grand Prix vinnararnar 2023-2024 í aldursbólkunum 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. 

 

Barna Grand Prix 10

Fyrst vóru vinnarar funnir fyri BGP10 kappingina sjálva, sum var hendan dagin. Har gjørdist Baldur B. Jørgensen vinnarin í yngra bólkinum við 5,5 út av 6 stigum. Síðani var Dávid Lutzen nummar 2 við 5 stigum og fleiri mótstøðustigum enn nummar 3, sum var Hendrik Hansen, eisini við 5 stigum.

 

Í eldra bólkinum vann Emil J. Jamil gullið við 5 stigum. Síðani bleiv Djóni nummar 2 við 4,5 stigum, og Andrias Áslakkson nummar 3, eisini við 4,5 stigum, tó við færri mótstøðustigum.

 

Barna Grand Prix finalan

Síðani kundi finnast fram til Barna Grand Prix vinnararnar. Til hvørja einstaka barnakapping av hesum slag hevur ein haft møguleika fyri at vinna heiðursmerki. Tó fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini (og vinna steyp) kravdist, at ein tók lut í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni.

 

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Tá allar kappingarnar nú eru av verður vinnarin avgjørdur útfrá somu leiðbeiningunum, sum hjá teimum vaksnu. Tær ljóða soleiðis:

7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:

  • GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
  • Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
  • Luttikið í mest GP-kappingum
  • 2 x snartalv og sudden-death

Tað vil siga, at um Grand Prix poengini ikki avgera vinnaran og stendur á jøvnum, so hyggur man eftir næsta punkti. Um enn er javnt fer man til næsta punkt, osv.

 

Endaliga støðan í Barna Grand Prix 2024 kann síggjast á hesi leinkju.

4. fl. og yngri:
1. Baldur Bjarnason Jørgensen
2. David Lutzen
3. Lisa J. Xin

 

5. fl. og eldri:

  1. Emil Jamil Jacobsen
  2. Djóni F. C. Jakobsen
    3. Hanus á Lógv

 

Stóra takk fyri eitt fantastiskt kappingarár, og takk fyri eitt ógloymandi vikuskifti. Takk til Klaksvíkar Kommunu og Kjølbro Heilsølu, sum stuðlaðu leguni, og takk til øll sum hjálptu til hettar vikuskiftið.

Niðanfyri kunnu myndir síggjast frá Talvleguni 2024 og Barna Grand Prix 10 kappingini. Vit síggjast vónandi aftur aftaná summar!

 

                                           

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …