Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM fyri gentir – síðsti dagur

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og Natasja taptu bæði talvini.Lisa hevði góða støðu móti norsku mótstøðugentuni, ið hevur fult stigatal, men var eitt sindur óneyv, tá ið hin fór í álop, og tapti tíverri talvi. Talvið kundi sagtans koppa til Lisu’sa fyrimun.
Natasja var eisini eitt sindur óneyv í byrjanini, og misti tíðliga býtismun, og tað var torført at koma afturíaftur, og finska mótstøðugentan fór við øllum sitginum.
Í 3. umfari leikaði leingi javnt á hjá Lisu, men íslendska mótstøðugentan fekk finnu inn og nýggja frúgv, og tá var ikki nógv at gera hjá Lisu.
Natasja mistu finnu í byrjanini, og danska mótstøðugentan betraði spakuliga sína støðu, og fór við øllum stiginum.

Í dag verða seinastu tvey umførini telvaði.


Paringarnar eru fyri 4. umfar eru hesar:

 

 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.