Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, 3,5 av 4 stigum.

Natasja vann í 4. umfari uttan dyst, tí mótstøðugentan ikki møtti til ásettu tíðina. Tað er kanska ikki altíð so stuttligt at vinna uttan at telva, men øll stig eru kærkomin, og serliga tá ið tað er tað fyrsta.
Í 4. umfari var Lisa undir trýsti, og hevði munandi verri støðu, men so fór Lisa í álop, offraði mann og fekk eina máthóttan. Íslendska mótstøðugentan sá tíbetur ikki hvussu farligt hetta var, og so kundi Lisa seta hana í skák mát.

Úrslitini í 4. umfari vóru hesi:

Í 5. og seinasta umfarinum fekk Natasja eina sera góða støðu, og fekk fyrst ein bisp, og síðani býtismun, og hevði harvið ein rók meira. Natasja var tíverri eitt sindur óneyv, og kundi havt avgjørt talvið, men hon misti rókin, ið hon hevði meira, og so var jøvn støða og Natasja og íslendska mótstøðugentan samdust um at taka remis.
Síðsta talvið hjá Lisu, ið var ímóti eini íslendskari gentu, var sum ein russjibreyt – tað skifti ofta, um hvør ið hevði fyrimunin. Fyrst misti Lisa eina finnu, men fekk hana seinni aftur, og so eisini ein bisp og var á vinnarakós, men løtu seinni misti hon so aftur bispin og var við undirlutan. Men í endatalvinum sá Lisa, at hon møguliga kundi fáa ein avdekkara, og so aftur at vinna ein bisp, og hetta riggaði tíbetur, og so vann Lisa endatalvið lættliga.

Úrslitini í 5. umfari vóru hesi:


Hetta var ein sera góður endaspurtur, Lisa og Natasja fingu, og tær fingu báðar fleiri stig í hesi kappingini, enn tær fingu í fjør.

Endaliga støðan í bólki C (f. 2011 ella seinni) hendan gjørdist:

Endaliga støðan í bólki B (f. 2008 ella seinni) gjørdist:

Endaliga støðan í bólki A (f. 2004 ella seinni) gjørdist:

Sí eisini

Talvlegan og Barna Grand Prix 2024

Í vikuskiftinum 6.-7. apríl var nógv á skránni fyri ungar telvararí Føroyum. Hettar er fyrstu …