Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík.

40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, og telvað verður í trimum aldursbólkum. Í tí yngsta bólkinum, bólki C, umboða nýklækti Føroyameistarin Lisa Xin og Natasja Mørkøre Føroyar.

Í hesum bólkinum eru 16 telvarar, og í 1. umfari, ið byrjar í dag kl. 17 føroyska tíð, eru paringarnar hesar:

Sostatt møtir Natasja norsku Alinu Shehzad, ið hevur knapt 200 fleiri ratingstig enn Natasja, ímeðan Lisa møtir órataðu Sabruni Donovan úr Finnlandi.

Fylgjast kann við beinleiðis her https://lichess.org/broadcast/nordic-girl-chess-championship-2024/round-1/0HPPievy

Telvað verður soleiðis (lokal tíð):
1. umfar 26. apríl kl. 18.00
2. umfar 27. apríl kl. 09.00
3. umfar 27. apríl kl. 15.00
4. umfar 28. apríl kl. 09.00
5. umfar 28. apríl kl. 15.00.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.