
"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2012 - sum hesuferð verður telvað í Finnland í februar mánað 2012.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess

Talvsamband Føroya hevur skipað fyri altjóða talvkapping í døgunum 15. - 21. august 2011. Telvað var bæði í Nesvík og í Klaksvík. Í samband við kappingina fingu Føroyar vitjan av FIDE-forsetanum Kirsan Ilyumzhinov, sum eisini luttók á endahátíðini eftir kappingina. FIDE er altjóða talvsambandið, og eru Føroyar sjálvstøðugir limir í FIDE, eins og vit eru limir í FIFA altjóða fótbóltssambandinum. Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa sjálvstøðugan limaskap í øðrum altjóða ítróttasambondum umframt hesum. So tað er umráðandi at røkja hesi sambond so væl sum møguligt.