Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM Ungdóm: 4. umfar

NM fyri ungdóm: 4. umfar

 

4. umfar var tað mest spennandi í kappingini higartil. Einu løtuna øtaðist venjarin fyri, at tað bert fór at verða til tað hálva stigið hjá Silasi, men næstu ferð, hann fór at lodda dýpið, høvdu vit vinnandi støður á fýra borðum og stóðu til minst 4 stig. Tað gjørdist til 2½ stig. Eitt sindur spell, tá ið hugsað verður um støðurnar, vit høvdu hasa einu løtuna, men eitt heilt gott avrik, tá ið hugt verður við objektivum brillum.

   

NM Ungdóm: 4. umfar

 

A-bólkurin

 

Mads Hansen (2226) – Rógvi E. Nielsen (2137): ½-½

Rógvi kom fínt frá byrjanararspælinum sum svartur í opna variantinum í sponskum. Sum frá leið fekk danin eitt ávíst trýst á svørtu støðuna, og tað sá út sum, at Rógvi fór at missa eina finnu í endatalvinum. Hann fann tó eitt kreativt framhald, og svarta fólkið, sum hevði staðið óvirkið, kom til lívs. Fjáltur kom á danan av óvæntaðu gongdini, og so kundi Rógvi taka kvørkratak. Bispaendatalvið var vunnið, men sum ikki einaferð var tíðarneyð atvoldin til, at teir bestu leikirnir ikki komu á borðið. Talvið endaði javnt, og Rógvi er enn einsamallur á odda við 3½/4.

 

Heiðrikur T. Jacobsen (1899) – Simon Pil Wilbrandt (1920): 0-1

Heiðrikur kom sum hvítur út í ein variant av sisilionskum, sum hann ikki hevði tann stóra kunnleikan til. Svartur fekk sum frá leið trýstið við bispapari og betri finnustøðu, men Heiðrikur setti klørnar í, helt fast og kom fyri seg. Hann hevði ein møguleika at fáa avgerandi fyrimun við at lumpa ein kvalitet frá mótstøðumanninum, men fann ikki leikin, sum var trupul at síggja. Ístaðin fór mótstøðumaðurin í álop, og at enda var tað eyðkenda bispaparið, sum gjørdist ov møtimikið.

 

B-bólkurin

 

Birkir Karl Sigurðsson (1694) – Rúni T. Jacobsen (1478): 1-0

Rúni telvaði við svarta fólkinum fyri triðju ferð av fýra. Tað bleiv enn einaferð spanskt, og Rúni sat enn einaferð við fínari støðu eftir byrjanarspælið. Hann loyvdi tó mótstøðumanninum ov frítt spæl við bispunum, og so líðandi varð trýstið inn á svarta kongin ilt at fáa bilbugt við. Í truplari støðu gjørdi Rúni ein bukk, og so var farið.

 

C-bólkurin

 

Høgni E. Nielsen (1978) – Egor Norlin (2005): ½-½

Høgni telvaði ímóti svianum, Egor Norlin, sum hann hevur havt manga hólmgonguna við í NM-høpi. Støðan var 2-1 til svian undan talvinum, men vit vóru uppsettir upp á at broyta tað. Høgni kom sum hvítur út í ein variant av fronskum, sum vit høvdu fyrireikað, og fekk ein lítlan fyrimun. Skjótt varð nógv fólk býtt av, og eitt javnt endatalv kom á borðið. Her vísti Høgni seg at vera tann stinnari, og við støðugum hóttanum fekk hann nápað sær eina finnu. Riddaraendatalvið var vunnið, men tað var ikki lætt, serliga ikki við fáum minuttum á klokkuni. Mótstøðumaðurin fekk at enda nóg mikið av mótspæli til at tryggja javnleik.

 

Silas Eyðsteinsson (1763) – Monika Machlik (1718): ½-½

Silas varð tikin á bóli av alekhine-byrjanini hjá norsku gentuni, men stýrdi á skilagóðan hátt støðuna yvir í italienskt, sum hann er kønari í. Gentan lat seg tó ikki imponerað. Hon býtti fólk av og spældi trygt. Støðan var í javnvág allan vegin. Tað var trupult hjá báðum pørtum at finna nakra greiða ætlan, og tá fleiri fólk so komu av borðinum, samdust telvararnir um remis.

 

D-bólkurin

 

Tobias Dreisler (1830) – Bjarni Brimnes (1000): 1-0

Tað varð spanskt, har Bjarni sum svartur spældi óneyvt í byrjanini, men slapp við eini lítlari skoynu í fyrstu syftu. Hann kom sum frá leið fyri seg, og hevði hann minst til at spjaða hvítu finnurnar, meðan hann hevði møguleikan, hevði Bjarni enn tá fingið fyrimunin. Tíverri bukkaði hann mann ístaðin, og so fór støðan í ommu sína. Kortini hugaligt, at Bjarni spælir upp ímóti mótstøðumonnum við 700-800 meira í rating stórar partar av talvunum.

 

Daniel Johnson (1433) – Eli W. Finnson (1334): 1-0

Eli flutti nakað skjótt ímóti óvanligu byrjanini hjá mótstøðumanninum og misti borgina tíðliga í talvinum. Hann fann tó skjótt rætta stevið, fekk fólkið í spæl og vann eina finnu. Eftir hetta var alt eftir bókini. Eli avviklaði til eitt endatalv við finnu meira, steðgaði mótspælinum hjá mótstøðumanninum og byrjaði at rulla finnurnar oman eftir borðinum. So hendi tað, sum ikki mátti henda: ein brølari, sum kostaði mann. Alt var tó ikki farið fyri skeytið, tí frífinnurnar hjá Eli vóru vandamiklar. Hann hevði einaferð møguleika at sleppa út í eitt frúgvaendatalv við finnu meira, men tók ikki av. Tað varð ein óheppin endi á eitt gott talv, men hugaligt er í øllum førum, at Eli megnar at spæla seg til góðar støður.

 

E-bólkurin

 

Jacob Kryger Dyekjær (1150) – Ragnar Weihi (1047): 1-0

Ragnar telvaði ov skjótt í byrjanini og misti ein rók inni á h8 eftir bert fáar leikir. Hann latst ikki um vón, men fór beint eftir hvíta konginum. Ragnar fann nakrar sterkar álopsleikir, og venjarin var imponeraður, men danin vardi væl fyri, og so gjørdist materielli fyrimunurin hjá mótstøðumanninum avgerandi.

 

Janus Skaale (1180) – Johan Møller Ochsner (1380): 1-0

Janus kom væl frá byrjan sum hvítur ímóti sisilionskum. Hann stillaði seg væl upp og valdi ta røttu ætlanina, men løtan var tíverri ikki tann rætta, og so reyk ein kvalitetur. Hóast bert ein minuttur var eftir á klokkuni eftir 20 leikir, stríddist Janus væl, helt fólkið á borðinum og forðaði mótstøðumanninum inn í støðuna. Danin fekk umsíðir býtt fólk av og nærkast sigrinum alt meira, men kom so til at nerta við eina eitraða finnu. Hann royndi at flyta annan leik, men Janus kravdi sín rætt, og so varð danin noyddur at seta rók í deyða. Janus førdi sigurin í hús við neyvum teknikki, og er nú væl við í kappingini við 2/4.

 

 

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …