Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri Kjølur Open í vikuskiftinum. KJØLUR OPEN
26 telvarir møttu upp í Ósáskúlanum fríggjakvøldið til fyrsta umfar, og hildu á til sunnudagin.
Kappingin var sera spennandi og jøvn. Ratingfavorittarnir lógu fremstir tað mesta av kappingini, men óvæntaði úrslit stungu seg upp allatíðina.
Av teimum kunnu nevnast: Javnleikurin hjá Silas 1315 móti Tummas M. 1857, Janus 1123 vann á Sigurð 1325, Eli 1158 vann á Jákup F. 1608 og sigrarnir hjá Hjalta 1895 á Finnbjørn 2050 og Herluf 2014.