Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Frásøgn: Feðgar í Reykjavík Open

Reykjavík Open varð hildin í døgunum 6. – 13. mars. Tvey føroysk umboð vóru við: Andrias Ziska og Helgi Dam Ziska.

Kappingin, sum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, hevði annars methøga luttøku í ár við 200 telvarum. Ein orsøk til hetta mundi vera, at eftirstundað nøvn sum italska stórtalentið, GM Fabiano Caruana (2767), og kvinnuligi heimsmeistarin, kinesiska GM Hou Yifan (2639), vóru millum luttakararnar.

Ein onnur orsøk var helst, at kappingin varð hildin í glæsilga nýggja konserthúsinum, Hørpuni. Flest øll munnu vera á einum máli um, at tað er ein flottur bygningur, men almenna fatanin millum telvararnar var, at Harpan helst hóskar seg betur til konsertir enn talvkappingar, tí tað hoyrdist oftari enn so larmur frá orkesturvenjingum, vindi og oompah-oompah elektrotónleiki niður í spælihølið. Fyrireikararnir lovaðu tó at bøta um hetta til næsta ár.

Frásøgn: Feðgar í Reykjavík Open

 

Les alla frásøgnina við at trýsta á her.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.