
Karmarnir vóru framúr góðir, tá ið finalan í FM-Ung einstaklingar varð telvað í vikuskiftinum.
Fyri fyrstu ferð var ein talvkapping hildin í Skúlin við Løgmannabreyt, men vónandi gerst tað ikki síðstu ferð.
Sum undanfarin ár, var finalan eisini úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdómar, sum í 2012 verður í Finnlandi. Kappast var í fimm bólkum - A til E - har nr. 1 og 2 verða úttiknir til NM.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess
20 luttakarar vóru til kvik-kappingina á Toftum, sum samstundis er triðja kappingin av 10 í Grand Prix 2011.



