Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.
Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag er føroyameistari í talvi fyri unglingar. Áðrenn síðsta umfar leygardagin er hann 1½ stig fremstur og verður tí ikki tikin.
Steypurin í almenna bólkinum fer eisini til Sandavágs Talvfelag, til Høgna Egilstoft Nielsen. Eftir átta umfør hevur hann bara latið ½ stig frá sær til mótstøðumenn sínar.
Í landsliðsbólkinum liggur Helgi Dam Ziska best fyri áðrenn síðsta umfar, ½ stig frammanfyri John Rødgaard. Helgi vann talv sítt í næstseinasta umfari, meðan Rødgaard telvaði javnt.
Les meira »