Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit og myndir frá fyrru NM úttøkukapping

Úrslit og myndir frá fyrru NM úttøkukapping

Leygardagin 11. novemeber var fyrra NM úttøku-undankappingin í ár telvað. Enn einaferð, til eina barnatalvkapping, var sera góð undirtøka, við fleiri enn 50 luttakarum. Í U10 vóru heili 28. Tað vóru eitt sindur av tekniskum trupulleikum, við at fáa hendan stóra árgangin í gongd, men við góðum toli byrjaði kappingin í øllum góðum, og eydnaðist hon væl.

David Lutzen hevði eina sera góða kapping í dag, og endaði á 1. plássi við 6 út av 7 stigum. Beint í hølunum kom Lisa J. Xin, sum við 5,5 stigum vann silvur. Hendrik Hansen var javnur á 3 plássi, men útav teimum fýra við 5 stigum hevði Hendrik munandi fleiri mótstøðustig. Tískil vann hann bronsumedaljuna í E bólkinum (U10).

Meira kann síggjast um úrslitini í U10 á: https://chess-results.com/tnr846483.aspx?lan=1&art=1



Í D bólkinum (U12) luttóku 10 telvarir. Har var tað Djóni F. C. Jakobsen sum fór avstað við siðrinum, við 6,5 stigum út av 7. Beint í høluum var Oskar Jacobsen Jamil við 6, og á triðja plássi var Sámal Isfeldt Nesá við 4,5 stigum.

Meira um úrslitini úr U12 her: https://chess-results.com/tnr846481.aspx?lan=1&art=1&turdet=YES

11 vóru við í C bólkinum (U14). Har vann Petur Gardar Magnussen sannførandi við fullum stigatali. Markus Á. Samuelsen bleiv nummar 2 við 6 stigum, og Leon Jarnskor Ellingsgaard nummar 3 við 4,5 stigum.

Meira um úrslitini úr C bólkinum her: https://chess-results.com/tnr846482.aspx?lan=1&turdet=YES

 

Í B bólkinum (U16) vóru somuleiðis tekniskir trupulleikar. Av tí at tað bert vóru 7 luttakarir varð valt at fara yvir til gamla mátan at skipa kappingina: við pappíri og penni. Allir sluppu at telva ímóti øllum í bólkinum. Endaliga støðan gjørdist, at Elias og Rókur deildu fyrsta plássið, við 6 stigum hvør, og við 5,5 stigum var Poul nummar 3.

 

Í U20 bólkinum vóru bert 2 luttakarar. Jónas Sólsker og Luitjen Akselsson Apol. Teir sluppu at avgera innanhýsis hvussu nógv talv teir vildu telva, og samdust teir um 4 kvik-talv. Luitjen, sum eisini umboðar Føroyar á A-landsliðinum, fór avstað við øllum siðrunum.


Næsta kapping av hesum slag verður á Toftum leygardagin 18. november 2023. Sí innbjóðing her.

Stóra takk fyri hesuferð!

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …