Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing: 2. NM úttøku-undankapping fyri børn og ung

Innbjóðing: 2. NM úttøku-undankapping fyri børn og ung

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum plagar at vera í februar – mars mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

 

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2006-2004

Bólkur B U16: Fødd í 2007-2008

Bólkur C U14: Fødd í 2009-2010

Bólkur D U12: Fødd í 2011-2012

Bólkur E U10: Fødd í 2013 ella yngri

 

Undankappingar

Leygardagin 11.11.2023 var fyrra undankapping út av tveimum telvað í Klaksvík. Komandi leygardag, 18.11.2023 kl. 10:00 verður onnur undankapping telvað í Toftaskúla (inngongd til svimjihøllina). Telvað verða 7 umfør, har ið telvararnir hava 10 min + 5 sek/leik í part til talvið. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa í finalubólkin.

 

Finalan

Finalan verður telvað sunnudagin 03.12.2023 í Sandavági. 8 tey bestu í undankappingunum, telva um úttøku til NM. Nummar 1 og 2 í hvørjum aldursbólki verða úttikin til landsliðshópin, sum kemur at telva ímóti ungdómum úr øllum norðanlondum.

 

Tilmelding

Tilmeldingar fer fram við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com, við navni og føðingardegi á luttakara. Freistin at tilmelda seg er komandi hósdag, 16.11.2023.

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …