Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til liðkapping fyri børn 1. okt.

Innbjóðing til liðkapping fyri børn 1. okt.

 

Sunnudagin 1. oktober verður liðkapping fyri børn í Hólmahúsinum á Eiði. Kappingin byrjar kl. 13:30.

 

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Tiltakið er eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.

Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Top 3 lið í hvørjum aldursbólki vinna medaljur. Tað verða tríggjar kappingar av hesum slag í ár: ein t. 28. oktober og ein onnur 11. november. Sí TSF kappingarkalendaran 2023/24 hjá TSF her.

 

Øll eru vælkomin til at melda lið; skúlar, talvfeløg og onnur áhugað, við at skriva til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Tit upplýsa navn á liðinum, nøvn á telvarunum, bygd/bý/skúla/talvfelag og aldursbólk. Freistin er fríggjadagin, 29. september. 

 

Við talvkvøðu,

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.