Aðalfundurin, sum skuldi vera 15. mars verður nú leygardagin kl. 18:00 í Skúlanum við Løkin í Runavík, beint aftaná Samskip Kvik (GP finaluna).
Freistin til at senda inn uppskot til viðgerðar á aðalfundinum var 01. mars 2023, og er tí farin. Tvey uppskot eru komin frá Talvfelagnum Rókur. Hesi eru:
Broyting í reglur fyri FM einstaklingakappingina §11 – Landsliðsbólkur:
Landsliðsbólkurin í telur í minsta lagi 8 (í staðin fyri 10) telvarar. Bólkurin verður settur saman av teimum hægst rataðu tilmeldaðu telvarunum. Sí reglurnar v.v. hesum her.
Broyting í reglur fyri liðkappingina §1, §5, §6, §11, §12 og §13.
Sí broytingarnar í uppskotsskjalinum her.
Framløga um menningarætlan
Umframt skránna sambært lógunum (niðanfyri) verður ein stutt framløga at hoyra um eina 3 Ára Ætlan, sum nevndin í Talvsambandi Føroya hevur arbeitt við seinasta árið. Í hesum sambandi verður lagt upp til prát og kjak um telving í Føroyum í framtíðini, avbjóðingar og møguleikar. Nevndin í TSF vónar, at við hesum verður ein støðug menningartilgongd kveikt í 2023 til frama fyri føroyska telving, telvarar og talv áhugaði.
Bjóðað verður til smyrjibreyð, kaffi og te.
Skrá sambært lógunum:
- Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Nevndarval
- Val av 2 grannskoðarum
- Val av 2 dómsnevndarlimum
- Innkomin uppskot
- Limagjald
- Ymiskt
Í nevndini sita:
Ingi Wiberg, formaður (stendur fyri vali)
Katrin Didriksen Apol, varaforkvinna
Herborg Hansen, skrivari (stendur fyri vali)
Tummas Joensen, kassameistari
Brandur Ellingsgaard, nevndarlimur
Møtið fjølment !
Nevndin