Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til Samskip Kvik – GP finalan

Innbjóðing til Samskip Kvik – GP finalan

 

Leygardagin 25. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum við Løkin í Runavík. Kongshavnar Talvfelag er vertur, og ber endaliga kappingin navnið Samskip Kvik. Samskip sponsorerar kappingina, og tí eru vinningarnir í GP finaluni serliga tiltrekkjandi í ár.

Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

(Mynd © Haldur Suni Johansen)

 

Grand Prix vinnarin

Samskip Kvik er seinasta útav 10 GP kappingum, sum hava verið í 2022 og 2023. Tí er eisini talan um at finna vinnaran av samlaðu kappingini. Núverðandi støðan av hesari er at finna her.

Vinningarnir til samlaðu Grand Prix kappingina eru hesir:

  1. 5.000 kr.
  2. 3.000 kr.
  3. 2.000 kr.
  1. ratingsvirðisløn (1750-2000) 1.000 kr.
  2. ratingsvirðisløn (1501-1750) 1.000 kr.
  3. ratingsvirðisløn (1251-1500) 1.000 kr.
  4. ratingsvirðisløn (0-1250) 1.000 kr.

Lesast kann um GP reglugerðina her.

 

Samskip Kvik er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar leygardagin 25. mars kl. 13.00. 9 kviktalv verða telvað.

Stað:

Telvað verður í Skúlanum við Løkin í Runavík.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

 

Vinningar:

Telvarir sum hava 1800+

  1. 1.500 kr.
  2. 1000 kr.
  3. 500 kr.

Telvarir sum hava 1300-1799

  1. 1000
  2. 600
  3. 400

Telvarir sum hava 0-1299

  1. 800
  2. 500
  3. 300

 

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00

Tilmeldingar higartil eru at finna her.

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …