Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøka til NM fyri børn og ung

Úttøka til NM fyri børn og ung

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til NM í talvi. Í 2021 verður kappingin í Føroyum 12.-14. februar. Telvað verður í 5 bólkum. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2001-2003

Bólkur B U16: Fødd í 2004-2005

Bólkur C U14: Fødd í 2006-2007

Bólkur D U12: Fødd í 2008-2009

Bólkur E U10: Fødd í 2010 ella yngri

 

Undankapping

Leygardagin 07.11.2019 verður undankapping í Sandavági. Telvað verða 7 umfør, har telvararnir hava 10 min + 5 sek/leik í part til talvið. 8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa í finalubólkin.

Innbjóðing til kappingina er at finna her: Innbjóðing

 

Finalan

Finalan verður telvað sunnudagin 29.11.2019. 8 tey bestu í undankappingini, telva um úttøku til NM. Nummar 1 og 2 verða úttikin til landsliðshópin, sum telvar móti øðrum ungdómum í Føroyum 12.-14. februar 2020.

Tey, sum ikki sleppa í finalubólkin, telva í einum øðrum bólki um heiðursmerkir.

 

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …