Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM í talvi fyri børn og ung

Úttøkukapping til NM í talvi fyri børn og ung

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 7. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Giljanesi

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 2001 til 2003
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2004 og 2005
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2006 og 2007
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2008 og 2009
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2010 ella seinni

8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa við í finaluni, sum verður telvað 29. novembur. 2 tey bestu í finaluni sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Føroyum í februar 2020.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 6. novembur kl. 12.00:

send teldupost til:  kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404

Vinaliga upplýs navn og føðingardag hjá telvaranum.

 

Talvsamband Føroya

www.faroechess.com

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …