Sunnudagin 12. mars verður kvik-talvkapping fyri børn í Gøtu skúla. Kappingin byrjar kl. 14 og 5 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik.
Les meira »Úrslit og myndir frá barnatalvkappingini fyri lið (finaluni) í Runavík 04.03
10 lið tóku lut í finaluni leygardagin, sum var telvað í Runavík. Talan er um barnatalvkappingina fyri lið. 2 kappingar av hesum slag vóru telvaðar í 2022, sum ein roynd til at eggja serliga nýbyrjarum til at vera við til talvkapping.
Les meira »FM-finalan bíðar
Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag fara aftur í ár at avgera kappingina um FM-heitið í beinleiðis innanhýsis finaludysti í seinasta umfari í landskappingini annan leygardag. Vágamenn eru tvey stig fremri, men vinna havnarmenn dystin 3-1, hava teir í minsta lagi tryggjað sær umdyst um FM-heitið. Oddaliðini gjørdu bæði bart í níggjunda og næstseinasta umfari í gjár.
Les meira »Spenningur um FM-heitið
Hálvtannað stig skilir oddaliðini í FM-stríðnum í talvi, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini. Vágamenn eru framvegis á odda, men havnarmenn eru nú í hølunum á teimum. Sunnudagin er næstsíðsta umfar á skránni, og leygardagin 18. mars endar kappingin við innanhýsis dysti millum toppliðini.
Les meira »Innbjóðing til Barnatalvkapping fyri lið FINALUNA
Leygardagin 4. mars verður barnatalvkapping fyri lið í kantinuni í skúlanum við Løkin í Runavík. 2 kappingar av hesum slag vóru í 2022 sum upphitingar. Hesaferð er tað finalan, sum er á skránni!
Les meira »Innbjóðing: VT-snar 25.02
8’inda og triðsíðsta GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í miðnámsskúlanum í Vestmanna leygardagin 25.02. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »NM 2023: Luitjen vann bronsu
Sunnukvøldið endaði kappingin um NM meistaraheitið 2023 fyri skúlaungdóm. Besta úrslitið hjá okkara telvarum fekk Luitjen A. Apol, ið vann bronsu í næstelsta bólkinum.
Les meira »NM 2023: Jón og Luitjen góða byrjan
Eftir at fyrsti dagur, og tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum, hava Jón í Horni Nielsen og Luitjen A. Apol, á ávíkavist bólki A og bólki B, fingið góða byrjan, og hava 1½ stig hvør.
Les meira »NM fyri skúlaungdóm byrjað
Í vikuskiftinum luttaka 10 føroyskir ungdómar í talvkapping í Oslo, har telvað verður norðurlandameistaraheitið 2023. Tvey umboð frá hvøjum norðurlandi, Føroyar, Danmark, Norra, Svøríki, Finlandi og Íslandi, telvað í hvørjum bólki. Í alt eru 5 aldursbólkar.
Les meira »Aðalfundur verður 15. mars 2023
Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudagin tann 15. mars 2023 kl. 18:00 í Kolshøll á Eiði. Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 01. mars 2023.
Les meira »