Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag skal gera ein rimmar vørr í síðsta umfari í landskappingini um knappar tvær vikur, skulu teir endurvinna meistaraheitið í talvi.
Havnar Telvingarfelag økti leiðsluna við hálvum stigi eftir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í dag. Havnarmenn, sum hava verið omaná í øllum níggju dystunum í vetur, vunnu 3-1 á øðrum liði hjá Klaksvík. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson grundløgdu sigurin á aftaru borðunum, meðan Olaf Berg og Martin Poulsen máttu sættast við remis á báðum fremstu borðunum.
Sandavágs Talvfelag vann 2½-1½ á fyrsta liði hjá Klaksvík. Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði á 1. borði remis móti Ólavi Simonsen, meðan Torkil Nielsen mátti lúta fyri Steintór Rasmussen. Les meira »