Skipað verður fyri FM gentur 2025 leygardagin 15. november kl. 10.00. Kappingin er eisini úttøkukapping til NM fyri gentur, ið verður í Norra í 2026. Telvað verður í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen.
Seinastu Tíðindini
Sandavágur vann toppdystin
Vágamenn varðveittu leiðsluna í landskappingini í talvi eftir toppdystin í triðja umfari í dag. Við teprum sigri í Klaksvík staðfestu vágamenn oddastøðu sína. Men føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru bara eitt stig frá oddaliðnum.

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í landskappingini.
Oddaliðini fyri dagsins umfar møttust í Klaksvík í triðja umfari sunnudagin. Við sigrum á ovaru borðunum var triði sigurin á rað veruleiki hjá Sandavágs Talvfelag. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur fult stigatal higartil í kappingini.
1. deild (3. umfar)
Klaksvík (A) – Sandavágur (A) 1½ – 2½
Ólavur Simonsen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1
Rani Baldursson – Jón í Horni Nielsen 0 – 1
Heðin Gregersen – Silas Eyðsteinsson ½ – ½
Terji Petersen – Torkil Nielsen 1 – 0
Hjá Havnini (A) gongur sum vant striltið at fáa teir bestu við. Í dag fullu Luitjen Akselsson Apol og Herluf Hansen eisini frá. Kortini eydnaðist teimum at fáa eitt nøktandi úrslit.
Havnin (A) – Sandavágur (B) 3 – 1
Carl Eli Samuelsen – Bernhard Augustinussen ½ – ½
Sjúrður Thorsteinsson – Jón Atlason ½ – ½
Elias Petersen – Ingi Wiberg 1 – 0
Suni Merkistein – Jónfinn Thomsen 1 – 0
Knotur eru í ungu manningini hjá Havnar Telvingarfelag á B-liðnum. 3-1 móti royndu og sterku manningini hjá Klaksvík (B), mundi fáur helst væntað. Flóvin, sum í vetur er komin úr Klaksvík til Havnar at telva, vann á triðja sinni í eitt koyr, og hevur tí fingið eina flúgvandi byrjan.
Havnin (B) – Klaksvík (B) 3 – 1
Heiðrikur Jacobsen – Haldur S. Johansen 0 – 1
Petur G. Magnussen – Wille Olsen 1 – 0
Flóvin M. Tummasarson – Ingolf Gaard 1 – 0
Margar Berg – Tummas M. Sólsker 1 – 0
Støðan í 1. deild
Sandavágur (A) 8½ stig
Havnin (A) 7½
Klaksvík (A) 6½
Havnin (B) 6½
Sandavágur (B) 3½
Klaksvík (B) 3½
Kollfirðingar á odda
Í 2. deild halda kollfirðingar tørn í oddanum. Mesta kappingin er frá klaksvíkingum, ið kortini ikki kunnu flyta upp, tí teir eru yvirumboðaðir í fremstu deildini sum er.
Eitt veruligt ættarliðsskifti sæst nú hjá Kollafjarðar Talvfelag, tí nýggja manningin er ung. Eingin er eftir av teimum gomlu – sjálvt Hans Kristian Simonsen, sum var tann stóra vónin hjá felagnum um aldaskiftið, tykist hava slept endanum.
Verri gongst hinum felagnum í Norðstreymoy – felagsliðnum Róki. Og gamla stórfelagið av Toftum – við tveimum fyrrverandi føroyameistarum á liðnum – ger seg heldur ikki galdandi.
2. deild (3. umfar)
Kollafjørður – Havnin (A) 3 – 1
Árant Djurhuus – Arnbjørn Dalsgarð 1 – 0
Rógvi Mørkøre – Poul Poulsen 1 – 0
Markus Jacobsen – Jóhan E. Hansen 0 – 1
Ingi Højsted – Sveinur Mortensen 1 – 0
Toftir – Havnin (B) 2½ – 1½
Andrias Danielsen – Jaspur Gaard 1 – 0
Bogi Ziska – Brestir Samuelsen 1 – 0
Jens Chr. Hansen – Eyðun L. Staksberg ½ – ½
Jógvan Ingvard Hansen – Herbert Holm Johannesen 0 – 1
Klaksvík – Rókur 3 – 1
Finnbjørn Vang – Benni Poulsen 1 – 0
Einar Gregersen – Mortan Mørkøre 1 – 0
Rógvi H. Olsen – Brandur Ellingsgaard 1 – 0
Rókur Davidsen – Fróði Zachariassen 0 – 1
Støðan í 2. deild
Kollafjørður 8½
Klaksvík 8
Havnin (B) 6½
Toftir 6
Rókur 4
Havnin (A) 3
Eisini kollfirðingar
Kollfirðingar eru eisini fremstir í 3. deild. Liðið er eitt bland av nýggjum og góðum gomlum. Kendu nøvnini á liðnum í dag vóru veteranarnir Hanus Joensen og Bernhard Thomsen. Hinir eru yngri; Karl M. Dahl og Virgar Fagraklett.
Teir í Runavíkar Kommunu vunnu á Eystur Kommunu. 3-1 sigurin hjá Kongshavnar Talvfelag kann vera tekin um, at teir ætla sær at bjóða kollfirðingum av. Í dag mannaðu Brandur Højgaard, Eyðun Lamhauge, Rúni Jacobsen og Henrik Weihe Joensen liðið hjá Kongshavnar Talvfelag.
Dysturin millum Vestmanna og Klaksvík var útsettur.
3. deild (3. umfar)
Kollafjørður – Sandavágur 2 – 2
Gøta – Kongshavn 1 – 3
Vestmanna – Klaksvík (útsettur)
Støðan
Kollafjørður 9½
Kongshavn 6
Sandavágur 6
Vestmanna 5 (ein dyst færri)
Gøta 4
Klaksvík 1½ (ein dyst færri)
Javnt í toppinum
Spenningur er í báðum bólkunum í 4. deild. Í løtuni er Rókur fremst í øðrum, í hinum stendur á jøvnum millum suðuroyingar og sandavágsmenn.
4. deild (A-bólkur)
Havnin – Sandavágur 2½ – 1½
Rókur – Toftir 2½ – 1½
Gøta – Strendur 1 – 3
Støðan
Rókur 8½
Havnin 8
Sandavágur 6½
Gøta 4½
Toftir 4½
Strendur 4
4. deild (B-bólkur)
Havnin – Suðuroy 2 – 2
Kongshavn – Kollafjørður 3 – 1
Rókur – Sandavágur 1½ – 2½
Støðan
Sandavágur 9½
Suðuroy 9½
Havnin 7
Rókur 5½
Kongshavn 4½
Kollafjørður 1
Drúgvur jólasteðgur
Nú verður ein longri steðgur í landskappingini í talvi.
Landsliðið fer í vikuni til Kýpros at vera við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Kappingin verður frá 15. november til 22. november. Seinni í november verður kvikkapping og FM-kappingin í snartalvi.
Í desember verður mestsum lagt stilt. Liðkappingin verður ikki fyrr enn eftir nýggjár. Dystirnir í fjórða umfari verða 4. januar.
Sandavágs Talvfelag á odda
Vágamenn eru fremstir í landskappingini í talvi, nú tvey umfør eru farin. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag hava havt minni góða byrjan, og eru í løtuni á triðja plássi. Kollfirðingar hava tikið leiðsluna í bæði 2. deild og 3. deild, og í 4. deild er liðið úr Suðuroy á odda í sínum bólki.

Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í fremstu deildini. A-liðið er á odda.
Sunnudagin vórðu dystirnir í øðrum umfari í landskappingini í talvi spældir.
1. deild – 2. umfar:
Sandavágur (A) – Havnin (B) 2½ – 1½
Rógvi Egilstoft – Herluf Hansen ½ – ½
Høgni Egilstoft Nielsen – Petur G. Magnussen 1 – 0
Jón í Horni Nielsen – Flóvin Matras Tummasarson 0 – 1
Silas Eyðsteinsson – Margar Berg 1 – 0
Rógvi Egilstoft, sum búleikast í Spania, var heima og tí kærkomin styrkur sunnudagin. Her var helst størri sigur enn so væntandi, men unga havnarliðnum eydnaðist at fáa hálvtannað stig. Nýggi maðurin á liðnum – klaksvíkingurin Flóvin Matras Tummasarson – vann annan dystin á rað, og hevur tí fingið eina flúgvandi byrjan saman við havnarmonnum. Herluf Hansen telvaði klókt og skilagott og spekti soleiðis Rógva, sum telvaði so væl í EM, til eitt friðarligt remis. Føroyameistarin Høgni Egilstoft – 1. borð á EM-landsliðnum, men 2. borð hjá Sandavágs Talvfelag – hevur vunnið í báðum dystum higartil.
Klaksvík (B) – Havnin (A) 1½ – 2½
Steintór Rasmussen – Luitjen A. Apol 0 – 1
Finnbjørn Vang – Carl Eli Samuelsen 0 – 1
Wille Olsen – Sjúrður Thorsteinsson 1 – 0
Tummas M. Sólsker – Elias Petersen ½ – ½
Tepur sigur til FM-liðið hjá Havnini. Nú vóru bæði Carl Eli og Sjúrður við aftur, men framvegis eingin Helgi Dam Ziska. Hetta kundi verið tiltrongd venjing uppundir smálandakappingina, sum byrjar um fáar vikur, tí stórmeistarin hevur einki kappingartalv havt í meira enn eitt hálvt ár. Elias Petersen og Jón í Horni Nielsen, sum báðir fara við til smálandakappingina á Kýprós, hava fingið trilvandi byrjan í landskappingini.
Sandavágur (2) – Klaksvík (A) 2 – 2
Torkil Nielsen – Ólavur Simonsen 0 – 1
Bernhard Augustinussen – Rani Baldursson ½ – ½
Jón Atlason – Heðin Gregersen 1 – 0
Ingi Wiberg – Terji Petersen ½ – ½
Her vóru klaksvíkingar vælsaktans favorittar, men munurin á fleiri av liðunum er helst ikki størri enn eitt vist. Javnleikurin vísir, at roknast kann við harðari kapping millum tey trý B-liðini, sum helst fara at stríðast sínamillum um at lívbjarga sær í deildini.
Útsettur dystur í 1. umfari
Sandavágur (A) – Sandavágur (B) 3½ – ½
Høgni Egilstoft Nielsen – Bernhard Augustinussen 1 – 0
Jón í Horni Nielsen – Jón Atlason ½ – ½
Silas Eyðsteinsson – Ingi Wiberg 1 – 0
Torkil Nielsen – Gutti Petersen 1 – 0
Her fekk A-liðið hjá vágamonnum júst ta byrjanina, ið teir høvdu vónað.
Støðan í 1. deild
1. Sandavágur (A) 6 stig
2. Klaksvík (A) 5
3. Havnin (A) 4½
4. Havnin (B) 3½
5. Sandavágur (B) 2½
6. Klaksvík (B) 2½
Kollfirðingar góða byrjan
Kollfirðingar, sum vóru júst ov stuttir í 1. deild í fjør, eru fremstir, men munurin er ikki stórur eftir fyrstu umførini. Sunnudagin var fyrrverandi føroyameistarin Hans Kristian Simonsen á 1. borði og vann.
Sundalagsmenn vunnu á toftamonnum. Bergur Magnussen sást aftur við talvborðið. Hann vann saman við Sámal Christiansen, Gunnar Joensen og Fróða Zachariassen. Einasti á toftaliðnum, sum vann, var Bogi Ziska.
2.deild – umfar
Havnin (A) – Klaksvík 1 – 3
Rókur – Toftir 2½ – 1½
Havnin (B) – Kollafjørður 2 – 2
Støðan í 2. deild
1. Kollafjørður 5½ stig
2. Havnin (B) 5
3. Klaksvík 5
4. Toftir 3½
5. Rókur 3
6. Havnin (A) 2
Nógvir um boðið
Hugsast kann, at fleiri liggja framvið í 3. deild. Vestmanna og Gøta hava sterka siðvenju í talvi, og munnu tí stremba eftir at vinna seg upp úr deildini.
Vestmenningar eru í løtuni á øðrum plássi. Á liðnum sóust bæði Samson Højgaard og Jón Mikkelsen, men teir taptu fyri runavíkingum, sum í sínum lagi høvdu roynda og góða manning sunnudagin – Eyðun Lamhauge, Rúni Jacobsen, Meinhard Danielsen og Henrik W. Joensen.
Gøtumenn við veteranunum Jákupi F. Joensen og Petur Páll Mikkelsen vunnu á Sandavági, men fremstir eru kortini kollfirðingar. Karl Marius Dahl, sum í fjør royndist væl í 1. deild, eigur at muna væl í 3. deild, men á 1. borði situr Ingi Højsted, fyrrverandi fótbóltsspælari í B36 og á landsliðnum. Hoyvíkingurin hevur tikið seg væl fram, síðani hann byrjaði at telva fyri nøkrum árum síðani, og hesin framburðurin stendur støðugt við.
3. deild – 2. umfar
Sandavágur – Gøta 1½ – 2½
Kongshavn – Vestmanna 2½ – 1½
Klaksvík – Kollafjørður 0 – 4
Støðan í 3. deild
1. Kollafjørður 7½
2. Vestmanna 5
3. Sandavágur 4
4. Gøta 3
5. Kongshavn 3
6. Klaksvík 1½
Suðuroyingar á odda
Liðini í 4. deild eru skift sundur í tveir bólkar. Her er vert at geva gætur, at felagið í Suðuroy er á odda í sínum bólki. Eyðun Nolsøe sat sunnudagin á 1. borði, íslendingurin David Gudnason á øðrum borði, maður av balkanskum uppruna var á 3. borði, so hetta sær mikið spennandi út.
4. deild (A) – 2. umfar
Strendur – Rókur 0 – 4
Toftir – Havnin 1½ – 2½
Sandavágur – Gøta (útsettur)
4. deild (B) – 2. umfar
Suðuroy – Rókur 3 – 1
Sandavágur – Kongshavn 3½ – ½
Kollafjørður – Havnin 0 – 4
Støðan í 4. deild (A-bólkurin)
1. Rókur 6 stig
2. Havnin 5½
3. Toftir 3
4. Sandavágur 2½
5. Gøta 2
6. Strendur 1
Støðan í 4. deild (B-bólkurin)
1. Suðuroy 7 stig
2. Sandavágur 6½
3. Havnin 5½
4. Rókur 4
5. Kongshavn 1½
6. Kollafjørður 0
Triðja umfar
Triðja umfar verður annað vikuskiftið. Tá verður telvað soleiðis í 1. deild:
1. deild – 3. umfar (9. november)
Klaksvík (A) – Sandavágur (A)
Havnin (A) – Sandavágur (B)
Havnin (B) – Klaksvík (B)
Frásøgn ST open
ST Open var telvað í Sandavági 31/10-02/11. Hetta er fyrsta Open kappingin í kappingarárinum og hesaferð luttóku 14 telvarar. Størsti parturin av telvarum vóru ungir evnarríkir telvarar, tó eisini við luttøku av lokala altjóða meistaranum, Høgna Egilstoft Nielsen.
Innbjóðing: Liðkapping fyri børn og ung á Giljanesi
Leygardagin 8. november verður likapping fyri børn og telvað í skúlanum á Giljanesi í Sandavági. Byrjað verður klokkan 10.00.
Venjaraskeið á netinum
Í døgunum 17. – 21. november verður skipað fyri skeiði fyri talvvenjarar í Íslandi. Føroyingar hava møguleikar at luttaka gjøgnum internetið.
Úttøkukappingar til NM
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2026 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Innbjóðing: ST-Open í vikuskiftinum
Komandi vikuskiftið verður ST-Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Øll eru vælkomin at luttaka.
Meistararnir snávaðu
FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag var ikki ment at koppa B-liði felagsins í fyrsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin.
Sum so ofta fyrr hevur A-liðið trupulleikar við B-liðnum í innanhýsis dystunum í 1. deild. Dysturin endaði javnur 2-2. Fleiri av felagsins fremstu telvarum vóru ikki við sunnudagin. Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg sóust við talvborðini á Finsen.
Miðalaldurin á B-liðnum var lægri enn vant. Nýggjur er Flóvin Matras Tummasarson, sum er fluttur úr Klaksvíkar Talvfelag í Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist at vinna á Hjalta Jógvanssyni, sama gjørdi Petur Magnussen móti Eliasi Petersen.
Í innanhýsis dystinum millum liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag vann A-liðið 3-1. Ólavur Simonsen og Haldur Suni Johansen vóru ikki við. Ei heldur Eyðun Nolsøe, sum nú er skrásettur í Suðuroyar Talvfelag.
Dysturin millum liðini í Sandavágs Talvfelag er útsettur til mikukvøldið. Helvtin av A-liðnum mundi vera upptikin av fótbólti.
1. deild – 1. umfar:
Havnin (A) – Havnin (B) 2 – 2
Luitjen A. Apol (2318) – Heiðrikur Jacobsen (1948) 1 – 0
Elias Petersen (2100) – Petur G. Magnussen (1921) 0 – 1
Hjalti T. Jógvansson (2030) – Flóvin M. Tummasarson (1903) 0 – 1
Herluf Hansen (1974) – Margar Berg (1896) 1 – 0
Klaksvík (A) – Klaksvík (B) 3 – 1
Rani Baldursson (2061) – Finnbjørn Vang (1963) 1 – 0
Heðin Gregersen (1976) – Wille Olsen (1958) 1 – 0
Steintór Rasmussen (1983) – Tummas M. Sólsker (1930) 1 – 0
Terji Petersen (1970) – Rani Nolsøe (1903) 0 – 1
Sandavágur (A) – Sandavágur (B) – útsettur til mikukvøldið.

FM-vinnarar 2025 – Havnar Telvingarfelag. Bara tveir av hesum telvaðu sunnudagin.
Hinar deildirnar
Niðanfyri seta vit upp úrslitini í fyrsta umfari í hinum deildunum. Nevnast skal, at dysturin millum Rók og Gøtu í 4. deild bólkur A er útsettur til hóskvøldið.
2. deild
Kollafjørður – Rókur 3½ – ½
Toftir – Klaksvík 2 – 2
Havnin (B) – Havnin (A) 3 – 1
3. deild
Vestmanna – Gøta 3½ – ½
Klaksvík – Sandavágur 1½ – 2½
Kollafjørður – Kongshavn 3½ – ½
4. deild (A-bólkur)
Toftir – Sandavágur 1½ – 2½
Havnin – Strendur 3 – 1
4. deild (B-bólkur)
Kollafjørður – Suðuroy 0 – 4
Havnin – Sandavágur 1 – 3
Kongshavn – Rókur 1 – 3
Innbjóðing til liðkapping fyri børn og ung
Leygardagin 25. oktober verður likapping fyri børn og telvað í Eiðis skúla. Byrjað verður klokkan 12.00. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess