Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Seinasta umfar verður telvað í Kollafirði

Seinasta umfar verður telvað í Kollafirði

10. og seinasta umfar í liðkappingini verður telvað í skúlanum í Kollafirð. Umfarið verður telvað leygardagin 22. mars. Byrjað verður klokkan 11.30.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Reglan er galdandi fyri allar deildir.

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. liði í 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.