Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Útisetar telva 

Útisetar telva 

Tað var tann tíð, at bróðurparturin av føroysku talvelituni fjølgaðist í Danmark. Føroyska talvfelagið í Keypmannahavn hevði tá jóladagar. So væl lá fyri, at teir spældu seg heilt upp í fremstu deildina, og har hildu teir sær í nøkur ár. Í dag er føroyska talvfelagið í Keypmannahavn sovnað. Flestu av telvarunum fóru eftir loknan lestur heim aftur, og teir, sum eftir vóru, leitaðu sær upp í donsk feløg. Í dag eru ikki so nógvir virknir føroyskir telvarar í Danmark sum um aldamótið, tá alt kókaði.

Nakrir føroyingar telva kortini í donsku landskappingini. Fleiri hava staðið seg væl. John Rødgaard vann nøkur DM-heiti í síni tíð við felagnum Nordre, hetta hevur verið í 1970- og 80-unum. Bogi Ziska var danskur meistari við Århus-felagnum Skolerne síðst í 80-unum, og Helgi Dam Ziska hevur í nýggjari tíð vunnið DM við felagnum Philidor. Nevnast kann, at Heini Olsen og John Arni Nilssen hava eisini gjørt um seg á donskum toppliðum. Í dag er bara ein føroyingur í fremstu donsku deildini – Skakligaen. Tað er 55 ára gamli havnarmaðurin Jóan Hendrik Andreasen, sum telvar við Brønshøj Skakforening. Hann telvar onkuntíð í næstbestu deildini, í vetur hevur hann telvað tríggjar dystir í fremstu deildini og tveir í næstbestu deildini, ið kallast 1 deild. Hann hevur trý stig fyri fimm dystir. Fyri teir tríggjar dystirnar í fremstu deildini hevur hann 1½ stig – 50% skoru. Á liðnum hjá Brønshøj kunnu nevnast sviin Tiger Hillarp Persson, fyrrverandi norðurlandameistari, og eitt skifti í 90-unum leikandi venjari hjá Kollafjarðar Talvfelag, og fleirfaldi danmarkarmeistarin Carsten Høi. Jóan Hendrik var longu blaðungur hollur stuðul á 1 liði hjá Havnar Telvingarfelag, men í 1992 fór hann undir lesnað í Danmark, og har hevur hann verið síðani. Jóan Hendrik var á føroyska landsliðnum á trimum talvolympiadum í 2008, 2010 og 2012.

Jóan Hendrik Andreasen – einasti føroyingur í fremstu deildini í donsku landskappingini í talvi. Mynd: jn.fo.

Fleiri telva í næstbestu deildini

Í 1 deild – næstbestu talvdeildini í Danmark – finna vit fleiri føroyingar. 

John Arni Nilssen, sum er altjóða meistari, telvar nú á 1 borði hjá Valby. John Arni hevur trý av fýra stigum í vetur. 

John Rødgaard býr nú aftur í heimbýnum Esbjerg. Veteranurin telvar á 1 borði hjá felagnum. John hevur trý av fimm stigum.

Hanus Brekká telvar á 2 borði hjá felagnum í Præstø. Hanus hevur 2½ stig eftir fýra umfør.

Somu úrtøku hevur Leif Kristensen á 2 borði hjá felagnum Evans í somu deild. Leif telvaði eins og Hanus í bestu føroysku deildini í seinnu hálvu av 80-unum, og var á føroyska OL-landsliðnum í 1988.

Flóvin Tór Næs telvar í triðbestu donsku deildini – Mesterrækken. Hann telvaði við felagnum í Haslev, har hann býr, nú er felagið lagt saman við øðrum felag, og kallast Faxe. Flóvin telvar á 1 borði, og hevur fýra stig fyri seks dystir.

Rógvi í Svøríki

Rógvi W. Rasmussen, føroyameistari í talvi í 1996, og á føroyska OL-landsliðnum í 1996 og 1998, telvar í svensku landskappingini. Hann telvar við felagnum Kristineberg í næstfremstu deildini í svensku landskappingini, nevnd Superettan. Rógvi hevur 2½ stig í teimum trimum dystunum, sum hann hevur telvað. 

Rógvi, sum nú er 51 ára gamal, og fyrr telvaði í Havnar Telvingarfelag, býr í Malmø, har hann starvast sum lækni, men hann arbeiðir eisini í Danmark, Íslandi og Føroyum. Seinni árini hevur hann ikki telvað stórvegis, men úrslitini úr Superettan vísa, at enn eru knotur. 

Næstsíðsta umfar

Nú sunnudagin er níggjunda og næstsíðsta umfar í føroysku landskappingini á skránni. Telvað verður í øllum fýra deildum.

Spenningurin er ikki sørur í bestu deildini, bæði í toppi og botni. Havnar Telvingarfelag er á odda, 2½ stig framman fyri Sandavágs Talvfelag. Havnin og Klaksvík bresta saman á Finsen, Sandavágur hevur dyst móti øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Havnin B og Kollafjørður eru jøvn í hinum endanum, og tey eiga eisini avgerandi sínamillum dyst á Finsen sunnudagin.

Dagførdur styrkilisti

Nýggjasta yvirlitið, sum altjóða Talvsambandið FIDE kunngjørdi 1 mars, vísir smávegis broytingar hjá fimtan teimum bestu í Føroyum.

15 teir bestu (mars 2025)

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540

2. IM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2381

3. IM John Arni Nilssen, ST 2336

4. FM Luitjen Akselsson Apol, HT 2326

5. FM Rógvi Egilstoft, ST 2295

6. FM Martin Poulsen, HT 2267

7. IM John Rødgaard, VT 2257

8. Ólavur Simonsen, KTF 2201

9. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2186

10. FM Flóvin Tór Næs, HT 2184

11. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2178

12. FM Olaf Berg, HT 2172

13. Eyðun Nolsøe, KTF 2159

14. Rógvi W. Rasmussen, HT 2159

15. Bogi Ziska, TT 2152

Sí eisini

Havnin sigraði

Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár. Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag, eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini.