Støðan broyttist í oddanum í FM-bólkinum í einstaklingakappingini í talvi í næstsíðsta umfari í gjár.
Tað var telvað við størri kraft og flogi í gjár enn fyrradagin. Helgi syfti Hans Kristian Simonsen sum ein vøtt og vann flott og elegant í góðum álopstalvi. Á øðrum borðum lagaðu úrslitini seg eisini eftir vild hjá okkara stórmeistara.
Talvsamband Føroya Faroechess