Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Fyrsta GP-kappingin 2019/20

Fyrsta GP-kappingin 2019/20

Fyrsta talvkappingin í ár verður í skúlanum á Eiði leygardagin. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum. Meira kann lesast um tær her: https://faroechess.com/?p=1602

 

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar leygardagin,  12. oktobur kl. 11:00. 9 snartalv verða telvaði.

Stað:

Telvað verður í skúlanum á Eiði. Tað er ikki lov at ganga inni í skóm.

Tíð:

Snartalv: 3 min. + 2 sekund fyri hvønn leik

Vinningar:

  1. 500 kr.
  2. 300 kr.
  3. 200 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Vinningarnir hækka, um nógvar tilmeldingar eru.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00

Tilmeldingar higartil síggjast her: Tilmeldingar

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …