Tíðindi
Innbjóðing til GP1, snartalv kl. 14.00

Tær vælumtóktu Grand Prix kappingarnar – sum eru 9 í tali – byrja nú aftur, og lagt verður til brots við einari snartalvskapping.
Telvað verður í Klakvíkar Talvfelag leygardagin 20. oktober kl. 14.00.
Tilmelding á snarbjorn@hotmail.com ella smsa 22 14 22, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 18.00.
Talvsamband Føroya
Tilmelding til liðkappingina 2012/2013
Hesi feløg hava lið í:
1. deild: Havnin, Sandavágur 1, Vestmanna, Klaksvík 1, Klaksvík 2 og Sandavágur 2 (flutt upp úr 2. deild).
2. deild: Havnin 2 (flutt niður úr 1. deild) Skopun, Toftir, Havnin 3, Klaksvík og Rókur (flutt upp úr 3.deild).
Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.
Tilmeldinginarfreistin er sunnudagin 21. oktober 2012, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.
Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.
Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).
Liðkappingin byrjar ætlandi sunnudagin 28. oktober 2012.
Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:
Rógvi Egilstoft Nielsen
Dalsbøur 1
FO 360 Sandavágur
Við talvkvøðu,
TALVSAMBAND FØROYA
Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari
kappingarleidarin@faroechess.com
Tlf. 271404
Talvkalendarin 2012/13
Ársaðalfundur, 20 oktober
Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 06. oktober 2012.
Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.
Skrá sambært lógunum:
- Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Nevndarval
- Val av 2 grannskoðarum
- Val av 2 dómsnevndarlimum
- Innkomin uppskot
- Limagjald
- Ymiskt
Í nevndini sita:
Finnbjørn Vang, form.
Dávur Jacobsen (stendur fyri vali)
Ingolf Gaard (stendur fyri vali)
Elmar R. Fjallheim
Liljan Jacobsen
Møtið fjølment !
NEVNDIN
Frásøgn: Politiken Cup 2012 (Partur.2)
Viðmerkt talv HDZ umfar 9
Viðmerkt talv Rógvi móti Singapore
Rógvi vann eitt frálíkt talv móti IM'ara frá Singapore.
Detaljur frá dystinum móti PNG
Dysturin móti Papa Ný Guniea varð vunnin rímuliga lætt. Eingin slingur í valsinum og tryggur 4 – 0 sigur !
Viðmerkt talv John R. Togo
Talvið hjá John Rødgaard móti Togo
Talvsamband Føroya Faroechess